
Lear kongur á føroyskum!
Nógv hava hoyrt um vanlagnuna hjá Lear kongi, sum rann sum eitt neyðardýr á tí villini heiðuni, og varð jakstraður í hel av døtrum sínum. Hetta eru kendastu partar í einum av mætastu Shakespeare-sjónleikum, har meistarin yvir allar manar upp tær syndarligu lagnur, sum hann betri enn nakar annar kann avmynda á palli.
Síni síðstu ár týddi Axel Tórgarð fleiri av sjónleikunum eftir Shakespeare. Nú hevur sonurin Hans prentgreitt hetta handritið soleiðis at hesin sjónleikur er komin upp í tað perluband av týðingum, sum Axel hevur givið okkum føroyingum.
Stiðin