Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“Við lóg skal land byggjast”

Sambært lógini um dagstovnar og dagrøkt er staðfest, at fleiri hundrað námsfrøðingar mangla á dagstovnaøkinum í Føroyum.

Hvar eru lyftini um hægri raðfesting av dagstovnaøkinum í samgonguskjalinum? Evnisdagur um málmenning hjá børnum er einasta upplop inntil víðari. 

Í londum kring okkum, serliga Danmark, er stórur gravgangur eftir námsfrøðisligum størvum.

Hóast tað, so mangla vit í Føroyum útvið 400-600 námsfrøðingar á arbeiðsmarknaðinum. Tað sigst eisini, at vit mangla áleið 2000 kvinnur í Føroyum. Flestu námsfrøðingarnir eru kvinnur.

Hví so ikki sláa tvær flugur við einum smekki, og gera tað meira áhugavert at útbúgva seg og starvast sum námsfrøðingur í Føroyum? 

Eftirspurningurin eftir fakbólkinum er so stórur, at um átøk vóru sett í verk at skapa røttu rammurnar, so kundu vit verulig havt framgongd á økinum – og hvør veit – verið fyrimynd fyri umheimin?

Tað er landsstýriskvinnan í Mentanarmálum, sum hevur valdið at menna økið, valdið at leggja lunnar undir hugburðsbroytingar, so mentanin í Føroyum broytist, og fleiri fáa nomið sær útbúgving sum námsfrøðingar. 

Tað er kommunurnar og fíggjarmálaráðið, sum kunnu -  í takt við eftirspurningin av námsfrøðingum – økt um lønirnar, og harvið “lokkað” fleiri námsfrøðingar heim til Føroya at arbeiða. 

Tað eigur vera sjálvsagt, at ynski er um, at betra umstøðurnar hjá júst hesum fakbólkinum, soleiðis at fleiri teirra støðast í Føroyum.

Ístaðin greiðir landstýriskvinnan í Mentanarmálum frá, í grein í Dimmalætting, at “Tað eru kommunurnar, sum hava ábyrgd av dagstovnaøkinum, men landsmyndugleikarnir hava yvirskipaðu ábyrgdina av, at lógin verður hildin – tað verður hon ikki, og landsstýriskvinnan leggur upp til, at landið sleppur endanum”.

Landið skal sleppa endanum, tí tað er torført at halda lógina? Skulu vit bara sleppa øllum lógum og byggja land uppá giss?

Enn hava vit bert sæð eina røð av niðurraðfestingum hjá Mentamálaráðnum. Av øðrum kann vísast á: 

Manglandi hug at fíggja ískoytisútbúgving til námsfrøðingar á setrinum.
Manglandi visjónir at stuðla ella loyva námsfrøðingum á leiðsluútbúgving á setrinum.
Manglandi áhuga at fáa dagstovnaráð sett á stovn.
Parkeringin av málinum at tryggja minstamark fyri normeringar á dagstovnum. 

Viðmerkingar frá Mentamálaráðnum til hesi evni eru, at tað verður arbeitt við tí. Men einki hendir. Einki. 

Javnaðarflokkurin og samgongan svíkir dagstovnaøkið so dyggiliga í løtuni.

Tað hevði sømt seg betur, at fingið greitt at vita, á hvønn hátt landsstýriskvinnan í Mentamálum ætlar at uppraðfesta dagstovnaøkið.

Jógvan Philbrow, formaður, Føroya Pedagogfelag.