Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Óla Jákup Kristoffersen, formaður í jólanevndini hjá Lions Club Tórshavn, handar formanninum í Barnabata, Ólavi í Geil Guttesen, kekkin við ágóðanum frá jólahugnanum 2011. Hini á myndini eru Bjørg Danielsen og Nicolina B. Andersen frá Barnabata og virkandi forseti í Lions Club Tórshavn, Rasmus Magnussen.

“Tú & Eg”-ráðgevingin fær 20.000 krónur

Lions Club Tórshavn hevur handað Barnabata 20.000 krónur, sum eru oyramerktar til “Tú & Eg”-ráðgevingina. Hetta er ágóðin frá jólahugnanum, sum fyrsta sunnudag í advent var í Viðarlundini í Havn.

Sum vanligt, vóru tey ikki so fá, sum fyrsta sunnudag í advent leitaðu sær í Viðarlundina í Havn, har Lions Club Tórshavn henda seinnapartin skipaði fyri sínum árliga jólatiltaki, har bæði børn, ung og tilkomin kundu byrja jólastákanina og adventina.

Alt økið var pyntað við ljósketum, hugnaligt bál var kynt og í sjálvari ánni vóru ljósbluss, og fólk kundu keypa kakao, bollar, vaflur, sunkist, jóladekoratiónir, brenni, tilfar til dekoratiónir og annað. Jólatónleikur setti sín dám, Havnar Hornorkestur spældi og jólamenn vóru eisini og vitjaðu.

Jólatiltakið hevur altíð til endamáls at fáa til vega pengar til okkurt vælgerandi endamál, og hesa ferð fór allur ágóðin upp á 20.000 krónur til “Tú & Eg”-ráðgevingina, sum umvegis telefon og brævkassa letur børn og ung fáa ráðgeving fyri einki, og uttan at børnunum og teimum ungu nýtist at siga, hvørji tey eru.

Kemur sera væl við

– Vit eru ótrúliga takksom, tí hetta eru nógvir pengar í okkara verð. Hetta kemur væl við, tí vit hava verið í einum fíggjarligum aldudali, men eru so smátt við at fóta okkum aftur, sigur Ólavur í Geil Guttesen, formaður í felagsskapinum Barnabata, sum stendur aftan fyri “Tú & Eg”-ráðgevingina.

– Hesar 20.000 krónurnar frá Lions Club Tórshavn fara ikki til rakstur, men heldur til okkurt ávíst tiltak, sum allarhelst kann vera eitt skeið ella okkurt líknandi. Vit klára ikki at nøkta allan tørvin, sum er í dag, men ein slíkur stuðul kann gera góðan mun hjá okkum.

Teir ráðgevarar, sum arbeiða fyri “Tú & Eg”-ráðgevingina, hava allir viðkomandi útbúgvingar og royndir við børnum og ungum, umframt at teir eru anonymir, so børn og ung trygt kunnu ringja til teirra. Tað ber til at venda sær til ráðgevingina við alskyns spurningum, trupulleikum ella evnum, sum brúk er fyri at tosa við ein vaksnan um.

Lions Club Tórshavn fegnast um, at stuðulin kemur væl við, og nýtir samstundis høvið til at takka MBM, Føroya Bjór, Vest Pack og PE, ið lótu ókeypis vørur til jólahugnan, umframt ikki minst Skógrøkt Landsins, ið altíð er til reiðar at lata bæði tilfar og geva bestu umstøður í Viðarlundini.