Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“Tín kraft sosialist! Tú hevur ikki skil fyri politikki!”

Ímynda tær eitt sjúkrahús fult av frískum fólki. Tað gevur ikki meining, men hetta er støðan í Føroyum í løtuni. Politikarar gera alt fyri at hjálpa teimum, sum ikki tørva hjálp. Og luftar mann tankan um, at tað hevði verið snildari at hjálpt teimum, sum veruliga tørva hjálp, so hevur mann ikki skil fyri politikki, ella er mann ein reindyrkaður sosialist.

Men hatta er bara orðaspæl. Hetta snýr seg ikki um at hava skil fyri politikki ella politiskan lit. Hetta snýr seg um empati. At hava empati merkir ikki, at tú ikki hevur skil fyri politikki ella, at tú ert sosialist. Tak eina nýklækta mammu sum dømi. Ein mamma, sum vil sínum hjálparleysa barni tað besta, hevur ikki tørv á politiskum liti fyri at veita sínum barni ta hjálp, ið barninum tørvar. Mammuni tørvar bara empati – onki annað.

Í løtuni ger mann alt fyri at hjálpa teimum, sum ikki hava tørv á hjálp, meðan mann ger alt fyri at ignorera tey, sum veruliga hava tørv á hjálp. Landsins leiðsla er blendað av pengagreði og egoismu, sum er á støði við ein heroin misbrúkara, sum ongantíð fær nokk og altíð hugsar um seg sjálvan sum heimsins nalva.

Talan er veruliga um psykotiskar tilstandir, har politiska landslagið ikki meir er ført fyri at skilja millum veruleika og fantasi. Eins og við heroinmisnýtaranum, so kunnu vit ikki hava fólk at ráða, sum eru totalt blottaði fyri empati og bara hugsa um sítt næsta pengafix.

Eitt samfelag, har empati er ein veikleiki og apati ein styrki, er eitt kamikaze samfelag við einum einvegis ferðaseðli til kaput. Tað er tíð til at senda landsins leiðslu til avvenjingar, so tey spakuliga aftur fara at minnast, hvat empati var fyri nakað.

Tann brennandi spurningurin er, um mynduleikarnir megna at taka ta avgerðina sjálvi, ella um tað er neyðugt við tvangsinnlegging. Uttan mun til, hvør besta loysnin er, so má handlast, tí eins og hjá misnýtaranum, so eru tað tey avvarandi, sum verða harðast rakt. Og í hesum førinum eru vit øll avvarandi hjá misnýtarum, har diagnosan er: Valdsmisnýtsla.

Hergeir Staksberg