Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“TAÐ SKER MEG Í HJARTA...”

Lesarabræv:

Nú nærkast til vit aftur skulu velja nýtt býráð her í høvuðsstaðnum og lat tað verða sagt beinanvegin, at vit hava havt ein dugnaligan meirluta, sum hevur lagt nógv góð úrslit eftir sær, - ikki minnst takka verið góðu tjóðveldisumboðunum, sjálvt um hesi ikki hava staðið fremst , sum prýði í bløðum og sjónvarpi.

Eitt av hesum stórmálum, sum hesi leggja eftir seg, er ókeypis bussleiðin, sum byggir á veruligt samhaldsfesti og ikki minnst gott umhvørvisligt vinarligt átak. Ein skipan, sum hevur vakt ans langt út um landoddarnar og kann gerast fyrimynd hjá øðrum. Treyðugt so kunnu og skulu ábøtur gerast á skipanina og við núverandi hugsunarhátti hjá meirlutanum í býráðnum, er onki at ivast í, at tað eisini verður gjørt. Stóra takk fyri hetta!

Men A- “garpa”liðið í býráðnum hevur ikki spælt við her, - tvørtur ímóti hava vit ofta hoyrt, at tey ynskja hesa samhaldsføstu og umhvørvisvinarligu skipan har pipari grør,- samhaldsfesti er ikki nakað í hóvar hesum “gørpum”,- hvørki í lands- ella kommunalum høpi.

Tí er tað bæði grátuligt og provokerandi, at síggja júst hetta A-“garpa”lið tagla bussarnar út við herrópum um velja seg. Tað “ sker meg í hjarta”, sum skilagóða konan sigur, at síggja hetta og eigur hetta at vekja eftirtanka hjá flestu veljarum. Ella hvat siga foreldur til, at hesir somu “garpar”, sum nú “prýða” bussarnar við sínum rakstrarrópum, samstundis vilja avtaka hesa ókeypis samhaldsfasta tænastu, har ml.a. børn tykkara kunnu fara inn í ein buss og koma til frá skúla, uttan at hugsa um gjald, ikki minnt í hesum illfýsnu heystardøgum? Soleiðis, sum skipanin er nú, er samhaldsfesti, tá tað er best !

Lat okkum sláa manngarð um hetta glæsliga samhaldsfasta og umhvøvirsvinarliga tiltak, sum ikki minnst tjóðveldisumboðunum er fyri at takka, við ikki at lata A-“garparnar” fáa avgerðandi vald í býráðnum!

Ongin ivi er um, at við einum sterkum tjóðveldi í býráðnum, verður hesi góðu skipan lív lagað, eins og kommunan sum heild verður í góðum hondum.

So Tove og onnur: komi tit eisini við í hendan samhaldsfasta “bussin” og verð við til at menna hendan enn meira, ikki minnst á teimum økjum har ábøtur og nýskaparnir krevjast! Gamla skipanina verður eitt risaafturstig, Tove !

Eitt gott samhaldsfast val !

Gunnleivur Dalsgarð