Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“Søgan um okkum, - MBF 30 ár.”

Við støði í hesi yvirskrift hátíðarheldur MBF sítt 30 ára virksemi. Dagurin verður hildin í Norðurlandahúsinum sjálvan føðingardagin 24. oktober, við góðum fyrilestrum, lættari undirhaldi, tónleiki og aftaná verða brellbitar at fáa.

MBF er ein felagsskapur sum hevur havt stóran týdning fyri nógv fólk í Føroyum. MBF umfatar í dag 24 limafeløg, sum tilsamans hava umleið 5000 limir.

Vanligt er at hyggja aftur um bak, tá eitt áramál sum 30 ár verður hátíðarhildið, men líka so umráðandi er støðugt at fylgja við teimum broytingum, sum fara fram í samfelagnum, so vit sum felagsskapur kunnu tryggja, at verulig javnrættindi eru fyri øll í Føroyum, eisini fyri fólk, ið bera brek.

MBF hevur seinastu 30 árini hevur havt stóran týdning fyri ta hugburðsbroyting, sum er hend á økinum. Hesi viðurskiftir broytast ikki dag frá degi, men yvir langa tíð. Fortíðin hevur givið møguleikar, ment hugburð, givið lívsroyndir og ikki minst skapt nakrar skipanir, sum vit í dag ikki kundi verið fyriuttan. Sannast má, at nógv er hent á brekað økinum, men enn er langt eftir á mál.

MBF hevur havt stóran týdning fyri ymiskar skipanir á brekað økinum, nevnast kann m.a. Teknmálstulkatænastan, Ljóðbøkur, Serflutningsskipan Landssins, Stuðulsfólkaskipanin, Føroyska teldutalan, Ráðið fyri brekað o.a..

Men eitt tað størsta frambrotið fyri føroyskan brekað politikk man vera tá ST. sáttmálin fyri fólk, ið bera brek varð samtyktur í Føroyum í 2009. Men eitt er, at ein slíkur sáttmáli verður settur í gildið, annað er at ásetingarnar í sáttmálanum verða fylgdar og her kunnu vit bert staðfesta, at langt er eftir á mál. Tí liggur framvegis ein stór ábyrgd á MBF, áhaldandi at vísa myndugleikan á, at meginreglan um javnrættindi fyri øll, eisini fyri fólk, ið bera brek, verða fylgt.

Í samband við, at MBF verður 30 ár kemur bók út, ið lýsir 30 ára søguna hjá MBF. Bókin fær heiti “ Søgan um okkum “. Tað er Erhard Jacobsen, ið hevur skrivað bókina.

Til hátíðarhaldið í Norðurlandahúsinum, ið verður 24. oktober kl. 13.00 til 17.00, hava vit fingið René Nielsen, stjóra, rithøvunda og fyrilestrahaldara at hava ein fyrilestur, ið snýr seg um at taka ábyrgd av egnum lívi hóast lívsleiðin gongur aðrar leiðir enn væntað.

René er ein einastandandi fyrilestrarhaldari, ið á ein sera livandi og lívsjáttandi hátt dugur at bera sín boðskap fram. René er eitt livandi dømi um, at fólk ið bera brek, eisini hava dygdir og yvirskot til at verða virkin í samfelagnum, heldur enn at lata seg stýra av fysiskum avmarkingum.

René Nielsen arbeiddi sum bankaráðgevi fram til 1991, tá hann misti bæði beinini við eini tokvanlukku, ið gjørdi hann til koyristólsbrúkara burturav. Seinri las hann master í ítrótti og vælferð frá Universitetinum í Keypmannahavn og undirvísti síðan í nøkur ár á Ballerup Seminarinum.

Longu í 1993 varð René heimsmeistari í vatnski, slalom og í 1994 europameistari. Í 1996 byrjaði hann sína lívsleið innan atletikk og 4 ár seinri, á Paraolympisku leikunum í Avstralia, vann hann gull, silvur og bronsu í ávikavist spjótkasti, fimmkamp og kúlustoyti.

René Nielsen hevur skrivað bókina “Halv mand helt menneske”, ið ógvuliga hugvekjandi lýsir lív hansara við ongum beinum.

Á hátíðarhaldinum fer Leila Solmunde, forkvinna í MBF eisini at siga nøkur orð og harumframt fara Ria og Súsanna Tórgarð at bera fram lættari undirhald og DIVAS fer at syngja nakrar sangir. Tað verður Petra J. Joensen, stjóri í samanløgdu stovnunum Nærverk og Almannastovan, ið fer at seta hátíðarhaldið.

Aftaná bjóðar MBF til brellbitar har høvi verður at bera fram eina heilsan.

MBF