
Sjófuglar eru fuglar, sum finna meginpartin av teirra føði í sjónum og teir eru tí ein partur av havvistskipanunum. Tað er lætt at meta um støðuna hjá sjófugli í mun til onnur djór í havinum, og tí verður støðan hjá sjófugli ofta nýtt sum ein ábending um, hvussu tað stendur til í havumhvørvinum.
Havstovan hevur í nógv ár kannað støðuna hjá sjófugli, og hann er nú eisini vorðin partur av heimasíðuni, sí her: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=589&Itemid=332