“Online Førleikamenning”
Viðvíkjandi mítt skeiðsvirksemi í “Online Førleikamenning”, so havi eg fingið eitt signal frá arbeiðsgevara, sum eg tulki sum at eg ikki kann hava eina fyritøku ella inntøku afturat mínum arbeiði.
Góðu øll
Hvussu
leiði eg meg sjálvan til eina betru korona-periodu? v/ Jóhannes Miðskarð,
leiðari av átakinum “Online Førleikamening”
Men eg havi longu lagt nógva orku í hetta, við at eg havi ment konceptið til Online Førleikamenning og keypt software og okkurt hardware. Og harafturat havi eg gjørt fyrsta fyrilesturin hjá mær sjálvum kláran og fingið tveir útlendingar at hava framløgur. Fyri at alt hetta arbeiði ikki skal vera til einkis, og tí eg elski at gera tað, so fari eg at halda á við at gera hetta skeiðsvirksemi ókeypis í mínari frítíð! (Okkurt betri skal frítíðin nýtast til enn bert netflix – tá eg sum stakur ikki sleppi til møtir, fyrilestrar, vitja fólk og konsertir, sum eg plagi).
Sjálvt um øll skeið og fyrilestrar vera ókeypis, so er neyðugt at bóka seg inn á skeið og fyrilestrar – soleiðis at ikki ov nógv koma í senn. Í vikuni var skeiðið “Hvussu kann eg leiða meg til eina betri korona-periodu?”. Tann fyrilesturin var mánakvøldið 20. apríl, og so kemur Camilla Sløk at vera gestur í kvøld 22. apríl kl. 19,00, har hon fer at tosa um vald vs. umsorgan í leiðslu. Eisini kemur Stefan Cantore at hava ein fyrilestur um broytingarleiðslu í maj-mánað.