Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“OKNIN” á Runavík

Væl av fólkið var komið saman á Rókabryggjuni, undir smiðjuni Mekanik, tá “Nordic Sea” kom á Runavík fyrrapartin kl. 11:00. Hetta er skipið, sum skal avloysa “Oknina” á garnaveiði eftir svartkalva og havtasku á Føroyaleiðunum.

Pf. Lógv eigur skipið. Tríggir teirra, sum stovnaðu felagið í 1963, eru farnir higani, meðan Bendtse og Samson, sum eisini tóku stig til felagið, ið árið eftir yvirtók kendu “Oknina”, í 1964, hava verið yviri í Noregi eftir skipinum. Rættiliga symptomatiskt fyri hesar menninar var tað, at júst teir báðir stóðu frammi í gron ímorgun, og tóku sær av at fortoya skipið. Teir hava ikki verið bangnir fyri at taka fatt, tá tað hevur snúð seg um at lynna undir tær búskaparligu Føroyar.

Runavíkar havn/kommuna hevði skipað fyri móttøku, táið nýggja “Oknin” kom á Runavík. “Boðar tú til allar tjóðir” varð sungin sum felagssangur, og síðani høvdu Magnus Rasmussen, borgmeistari, Tórbjørn Jacobsen, havnarmeistari, og Sæmund Tausen orðið. Eftir tað var tjóðsangurin sungin. Síðani var høvi hjá øllum at skoða skipið, sum skal umbyggjast nakað, og eftir hvat ið frættist, verður tað klárt til fiskiskap einaferð í mars mánaða næsta ár.

Kelda: www.runavik.fo