![](/myndir/myndin-16556_r_705_0.jpg)
“Gloym meg ei”: Stuðulskonsert
Hjartaliga vælkomin til stuðulskonsertina “ Gloym meg ei” í Reinsarínum sunnudag 20. mai. kl 16.00
Stuðulskonsertin er til frama fyri virksemið hjá Beranum/ Felagið pinkubarnadeyði og verður skipað sum ein hugnalig og avslappandi løta við tónleiki og hugleiðingum.
Tónleikarar, ið framføra verða, Rani Nolsøe, Døgg Nónsgjógv og Allan Tausen.
Oddvør Poulsen, leiðari í Beranum bjóðar vælkomin og Sólgerð Foldbo fer at siga frá síni søgu.
Kom við og stuðla einum góðum endamáli – øll eru hjartaliga vælkomin, bæði ung sum gomul!
Atgongumerkir verða seld við dyrnar og kosta 50 kr. Møguleiki er eisini at keypa kaffi/the ella køku og stuðla við peningagávu.