Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“Føroyar eru tættari, enn tú heldur”

Í gjár byrjaði føroyskur tónleikafestivalur í Russlandi, ið nevnist “Føroyar eru tættari, enn tú heldur”, av bakkastokki. Tilsamans er talan um 9 tónleikarar, ið spæla við ávikavist Kristian Blak & Yggdrasil, Marius Ziska og Súsannu Herálvsdóttir. 11 ymiskar konsertir verða í 5 ymiskum býum.

Tað er Sendistova Føroya í Russlandi, ið hevur samskipað tónleikafestivalin, ið vónandi fer at viðvirka til, at Føroyar verða meira kendar millum manna í Russlandi.

Norðurlandahúsið, Mentanargrunnur Landsins og føroyski mentanarpeningurin hjá Koda hava stuðlað tónleikafestivalinum.