Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“For hundin, eri eg bundin?”

Dan Klein --- 07.05.2018 - 06:55

Nýtt átak hjá Fólkaheilsuráðnum
 
Fólkaheilsuráðið fer restina av árinum at varpa ljós á bundinskap.
 
Vit hava eina ørgrynnu av møguleikum og vit kunnu velja og vraka, sum okkum lystir, men eru vit altíð tilvitað um, hvat vit velja til, og hvat vit velja frá?
 
Tað er natúrligt at velja tað til, sum skapar eina góða kenslu í okkum. Tað kann vera so nógv ymiskt, sum skapar eina góða kenslu. Tað kann vera, tá ið vit eta, renna, keypa, spæla teldu, gera reint, strúka skjúrtur, arbeiða í havanum og so framvegis, ella vit kunnu fáa eina góða kenslu kemiskt við at brúka ymisk evni so sum tubbak, rúsdrekka og rúsevni.
 
Tað er munur á vana og bundinskapi. Markið ímillum vana og bundinskap er sera flótandi og flytur seg frá einum ringum vana til eina støðu, har alt dettur frá hvørjum øðrum. Tað er lættari at steðga einum vana enn at steðga bundinskapi. Bundinskapur yvirtekur stýringina, og tá er truplari at steðga aftur. Bundinskapurin kann føra til beinleiðis misnýtslu.
 
Við spurninginum “For hundin, eri eg bundin?” vil Fólkaheilsuráðið varpa ljós á bundinskap og vóna at fólk verða meira tilvitað um bundinskap.
 
Átaki byrjar við 4 stuttum filmum, sum snúgva seg um royking, rúsdrekka, rúsevni og doping. Í heyst koma fleiri filmar við øðrum evnum. Filmarnir leggja upp til, at finna nøgdsemi á ein meira gagnligan hátt, so vit kunnu vera hugbundin í virksemi og áhugamálum, ið geva meining fyri okkum, uttan at bundinskapur tekur ræði á okkum. 

Fólkaheilsuráðið