Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“Fólksins tænarar, eru enn harrar í egnum húsi”!

SØGUBROT

Øregaard, sáli, (1906-1980) sum var tingmaður í 38 ár fyri Javnaðarflokkin í Eysturoy, frá 1940 til 1978, og løgtingsformaður í 21 ár, segði einaferð um politisku skipanina, ”.... at hon heldur seg vera harra í egnum húsi. Tey hava gloymt at klæða seg í tænarans klæðir”.

Tey eru ikki eyðmjúk yvir fyri síni tænara uppgávu, sum veljarin hevur valt tey til at røkja.

Sjálvdráttur og egin áhugamálini eru kosin fram um politiska hugsjónar støði, sum ikki kennist aftur í virki teirra á politiska vøllinum, segði hann.

Tað hevur størri týdning fyri tey at ansa eftir at verða afturvald, røkja serstøk áhugamál hjá vinnufyritøkum, fakfeløgum og einstaklingum, fram um áhugamálini hjá heildini.

“ ........ og støðan er einki broytt”, segði J. F. Øregaard fyri meira enn 35 árum síðani.

Boðskapurin er greiður! Vit eiga at leggja okkum í geyma, at velja fólk sum eru tænarar fólksins, sum miðvíst og áhaldandi røkja hesa uppgávu til gagns fyri tað fólkið sum her býr!

Lasse Klein
valevni fyri Nýtt Sjálvstýri