Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Laurina Højgaard 100 ár

Tað var móttøka á Lágargarði í gjár í sambandi við, at Laurina Højgaard fylti 100 ár. Heðin Mortensen, borgarstjóri, vaks fyri tað mesta upp á Abbatrøð, har Laurina, ella Laura, sum tey flestu kalla hana, virkaði.

Í røðu síni segði Heðin Mortensen m.a., at hetta ikki bara var ein stórur føðingardagur, men ein heilt serligur merkisdagur, sum fáum er unt at uppliva.

- Ein so long lívsleið ber boð um eitt hendingarríkt og fjølbroytt lív, ið sjálvandi eisini man hava verið merkt av tí nógva og umbroytiliga, sum er hent hesi síðstu 100 árini, tygum hava livað, segði Heðin.

Laura er fødd í Havn í 1912. Er næstelst av fýra systkjum. Hini syskini vóru Elsa, sum doyði ung og Egar og Louis. Foreldrini vóru Hans Højgaard (sum vanliga varð kallaður Hanus í Rituvík ) og sum sjálvandi eisini var slektaður úr Rituvík, og Louisu (fødd Debess ) sum var ættað úr Havn, á bakka úti á Reyni.

Laura vaks upp í miðbýnum, barndómsheimið lá í Sverrisgøtu, vóru grannar hjá Frants Restorff. Í 1956 keypti Sjúkrakassin húsini, sum blivu tikin niður. Sjúkrakassin bygdi síðan húsini, sum Sjúkrakassin helt til í, til hann varð avtikin herfyri.

Laura starvaðist fyrst í krambúðini hjá Heinesen í Vágsbotni og seinni í Smæruni, fyrst sum krambakvinna og seinni á skrivstovuni. Hon gekk eisini nógv út til fólk við mánaðarrokningum. Vanligt var tá, at goldið bleiv einaferð um mánaðin. Alt varð skrivað uppí bók, sum skuldi avroknast.

- Eg minnist Lauru sum smádrongur, tí eg vaks upp í grannalagnum á Abbatrøð og á Glaðsheyggi. Smæran var tá ein av størstu handlinum í Havnini, har var nógv virksemi. Fólk komu næstan úr øllum landinum at handla har. Tað stóra slaktaríið var eisini har. Hvør minnist ikki allar Mikinesoksarnar, sum komu við Gamla Smyril og blivu riknir niðan á Frúutrøð. Seyður kom eisini úr øllum landinum til slagt í Smæruni. Alt hetta var ein serlig verð fyri okkum smádreingir úr Havn og seriga í grannalagnum har.

- Laura var sera trúføst og pliktuppfyllandi í sínum arbeiðsplássi og m´tvegis kundunum í Smæruni. Við okkum smádreingir vart hon altíð góð, eg minnist at vit av og á fingu dadlir og bomm.

Pápi Lauru, Hanus í Rituvík, andaðist í 1952, 78 ára gamal.

Mamman, Louisa, kom í høgan aldur, hon bleiv 99 ára gomul. So hetta liggur til familjuna at fáa høgan aldur.

Laura var trúgvur kirkjugangari og so leingi hon var ment vóru fáir sunnudagar, sum honikki var í kirkju.

Egar, beiggin, var klokkari í Havnar kirkju og arbeiddi hjá Lútzen og Timburhanlinum. Hin beiggin, Louis, arbeiddi í Sjóvinnubankanum, og varð vanliga kallaður Louis í Sjóvinnubankanum.

Laura var virkin í KFUK og eitt skiftið sat hon eisini í nevndini fyri KFUK. Hon var eisini virkin í Dansk Missionsselskab.

- Eg minnist serliga sunnudagsskúlan, har tygum og Egar hjálptu til at stýra okkum børnum, so vit sótu still og lurtaðu eftir søgum og Guds orði. Altíð gjørdu tit hetta við tolsemi og hjálpsemi. Sunnudagsskúli tá var á Vaglinum, har borgarstjórin í dag heldur býráðsfund saman við býráðslimum. So kanska er okkurt gott lagt í beini hjá borgarstjóranum, hvør veit, segði Heðin Mortensen skemtandi.

Tá barndómsheimið í Sverrisgøtu bleiv selt, flutti Laura saman við mammuni og elsta beiggjanum í nýggj hús Yviri við Strond. Her búði Laura til hon flutti á Lágargarð.

- Her gingu vit sum smádreingir og upplivdu eina heilt aðra verð. Tað veldiga fríøkið sum her var og er yviri við Strond - Penapláss, Válgaravík, sjóarmálan vóru øll spennandi pláss hjá okkum dreingjum. Her gingu vit framvið hjá tykkum hvørja ferð og fingu altíð eitt gott orð við á vegnum.

- Hesa tíðina er hent so nógv, at sjálvt nógvar bøkur kunnu ikki rúma tí, men alla hesa tíðina hava tygum livað og sæð heimin flutt seg hesa farnu øldina. Nú lívsins kvøldarstund so er komin, man tað kennast gott at kunna líta aftur á tað ríka og langa lív, Harrin hevur unt tygum.

- Í dag gleðast vit saman við tygum og tygara, og tey mongu, ið her eru komin í dag, eru eisini prógv fyri, at tygum gjøgnum árini hava havt so ómetalig nógv at siga fyri so mong. Góða Laura, enn eina ferð: Hjartaliga tillukku við degnum og Guðs signing á lívsleiðini, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda í røðuni á Lágargarði.