Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Latið tykkum ikki tøla av góðum Galluptølum!

- Vanliga er onki galið við trúvirðinum í kanningunum hjá Gallup. Í tí stóra og heila eru kanningarnar oftast rættar, vísa rættar ábendingar og av og á enntá heilt rætta úrslitið. Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Men trupulleikin er, at ein Galluppkanning eisini væl kann broyta úrslitið. Um ein kanning vísir eitt ógvusligt úrslit stutt uppundir eitt val, so kann tað tykjast óført hjá summum, men vera ein eggjan til ein øgiligan endaspurt hjá teimum, sum ikki vóru nøgd við úrslitið.

- Persónliga dámar mær ikki at síggja og hoyra um øgilig persónlig tøl beint uppundir val. Tað einasta, tað førir við sær er, at mong hugsa sum so, at tá nú Heðin fær so nógvar atkvøður kortini, so kunnu tey einsvæl stuðla onkrum øðrum. Og tá ger ein tílík kanning, at Heðin fær færri atkvøður, enn kanningin vísti!

- So mín vón er, at mínir veljarar ikki lata seg tøla av eini tílíkari kanning, men standa fast og ikki lata seg vika av, at ein einsamøll kanning vísir eitt rímiliga gott úrslit til valið.

- Gott val!

Heðin Mortensen

borgarstjóri