Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Latið samráðingarnar fáa frið

At blanda seg upp í samráðingar ella hótta við tí er vorðið ein politisk ónolla, sum ongastaðnis hoyrir heima. Meinar landsstýrið og løgtingið, at nøkur øki eru somikið týdningarmikil, at tey ongantíð skulu kunna fara í verkfall, so má politiski myndugleikin rinda tann prís hetta kostar

Hóttan við uppíblandan og at kalla tingið saman setir fakfeløg á eitt órættvíst og óheimilað trýst, sum politiski mynduleikin átti av skammast av.

Tá ið samrátst verður, er neyðgt, at hetta má kunna gerast uttan ótta fyri, at krøv tíni vera feiða av borðinum av ovasta politiska myndugleikanum, fyri síðani at seta okkurt annað í verk við lóg.

Hetta er ikki frælsar samráðingar, og hoyrir ikki heima í einum demokratiskum samfelagið, sum skipar sín arbeiðsmarknað við frælsum sáttmálasamráðingar millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Tá ið eitt fakfelag fer til saTá ið eitt fakfelag fer til samr við. Tað ver myndugleikanum. Hetta er ikki frælsar samrmráðingar, so er tað við tí fyri eyga at finna eina góða loysn fyri limir tínar, sum mótparturin eisini skal kunna liva við. Tað er ein stór ábyrgd, sum liggur á fakfeløgunum, sum fakfeløgini taka í stórsta álvara.

Hótta samráðingarnar

Tað er útum alt mark, at mótpartur tín, almenni arbeiðsgevarin, støðugt skal hava eina hóttan um, at makkar tú ikki rætt, so verður sáttmálin lóggivin. Hetta er valdsmisnýtsla, og hoyrir ongastaðnis heima.

Meinar landsstýrið, at strandfaraskipini eru somikið týdningarmikil, at tey altíð eiga at sigla, so má landsstýrið samráða seg til eina loysn, so hetta letur seg gera. Hetta er ein loysn, sum kostar, men prísin má landið vera tilreiðar at rinda, tí øki er týdningarmikið.

Hetta er ikki ein nýggj avbjóðing, og tað er vánaligt, at hótta við og brúka lóggevandi valdið, tí at landsstýrið ikki finnur útav at loysa hetta ímillum samráðingarnar.

Feløgini í Samtak – Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag – heita á politiska myndugleikan um at lata vera við, at hótta tey fakfeløg, sum nú eru við samráðingarborðið, við eini lóggávuloysn, og heldur konstruktivt royna at samráða seg til eina loysn.

Órimilig eru krøvini ikki hjá manningarfeløgunum um, at landið heldur seg til lógir og sáttmálar um hvílitíðir. Hetta eiga starvsfólk ikki at rinda fyri í lønarniðurskurði, tvørturímóti. Feløgini í Samtak veita manningarfeløgunum, ið nú sita við samráðingarborðið, sín fulla stuðul, og heita á hin partin um at samráðast konstruktivt, heldur enn at geva skarvin yvir og hótta við løgtinginum.