Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Latið privatu vinnuna veita bilasýn og koyriroyndir

Langar bíðitíðir til koyriroynd í Danmark eins og í Føroyum, kunnu gerast styttri við at lata privatu vinnuna loysa uppgávuna. Koyrilærarirnir í Danmark taka undir við at lata privatar fyritøkur loysa uppgávuna.

Tær stóru privatu bilasýnsfyritøkurnar Applus og A-inspektion eru nú til reiðar at átaka sær enn eina uppgávu hjá myndugleikunum. Talan er um at próvdøma koyriroyndir og geva út koyrikort. Eins og í Føroyum eru eisini langar bíðitíðir til at sleppa til koyriroynd í Danmark.

Fyritøkurnar (Applus og A-inspektion) hava tí bjóða seg fram, at loysa uppgávuna. Tær sýna frammanundan stóran part av bilunum sum koyra á donsku vegnum og klára væl at loysa hesa uppgávuna eisini, sigur forstjórin, Arne Willerslev-Legrand í Applus.

Í 2005 tók Applus yvir táverandi ”Statens Bilinspektion”, sum tá hevði til uppgávu at veita skikkaðar próvdómarar til koyriroyndina til lastbilar.

Hjá A-Inspektion, sum eisini virkar á danska marknaðinum, er man eisini klárur at átaka sær uppgávuna at veita skikkaðar próvdómarar til koyriroyndir.

Víst verður til, at hetta verður í dag gjørt í m.a. Finnlandi og Írlandi, sigur forstjórin í A-inspektion, Thomas Lindahl.

Eisini nummarplátur

Feløgini eru sambært Thomas Lindahl eisini í einum dialogi við skattavaldi um at átaka sær uppgávuna at veita nummarplátur og aðrar tænastur.

Hugskoti um at privata vinnan, undir eftirlitið av myndugleikunum, kann átaka sær vanligar bilasýnsuppgávur, koyriroyndir v.m. verða møttar við vælvild av felagnum hjá donskum koyrilærarum. Felagið sigur, at tey sjálvið hava mælt danska løgmálaráðnum til at privatisera øki.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur áður víst á, at tað almenna – eisini Aktstovan, skal hava kapping, fyri á tann hátt at fáa mest møguligt fyri skattgjaldarans pening. Har áskoðanin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag m.a. kemur fram í niðanfyri nevnda tíðindaskrivið.

http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=32&PID=4786&Action=1&NewsId=878

Enn hevur Landsstýrið tíverri ikki raðfest útveiting.

Kelda: http://www.business.dk/transport/bilsynsfirmaer-vil-overtage-koereproever