Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Latið okkum forkelaðu gjalda !

Ivist ikki í, at CEF-samgongan í sínum politiska brósti eigur í sær góðar ætlanir. Tað fær undir øllum umstøðum ikki verið øðrvísi enn tað, at tær eru væl frægari fyri fólkið enn ekstrema høgraróðrið, sum margháttliga konglomeratið ABH(D) manøvreraði við frammanundan, og hvørs politikkur bara hevði til endamáls at vera sópingarkona hjá teimum vælbjargaðu, og teimum sum sótu á samfelagsins ríkidømi.

Kortini er tørvur á, at onkur stígur fram, og sigur fólkinum hvørjar hinar nýggju ætlanir teirra samfingnar eru. Vit síggja ikki heildarætlanina, nú uppskotini uppá hvamsvís og skundandi koma bóltandi úr einum landsstýrisskápi fyri og øðrum eftir. Vit síggja ikki skógin fyri berum trøum. Úrslitið er tí, at stórur partur av fólkinum hevur fingið ta fatan, at XL-arkið hjá Háfoss stjórnar øllum heldur enn ein heildarpolitikkur, ið er til frama fyri hina stóru fjøldina, og ikki bara tey vælbjargaðu.

Eitt av fyrstu boðunum í politiska AÁB´num er, at ein politikari við útinnandi ábyrgd ongantíð bakkar fyri trýsti. Tað eigur hann undir øllum vanligum umstøðum ikki at gera, hann er ábyrgdaður mótvegis parlamentinum og ikki gøtuparlamentinum. Hetta krevur hinvegin, at átøk hansara eru væl fyrireikað, áðrenn tey verða serverað fjøldini. Pensiónsmálið er eitt klassadømi um, at fyrireikingarnar og handverkið ikki hava verið í lagi. Tey flestu sita nú og hugsa, at ætlanin um at lækka grundupphæddina, bert hevur eittans endamál, at fáa XL-arkið í Kvíggjartúni at stemma við einum yvirskoti í 2016, meðan arbeiðsmarknaðurin skal gjalda manko´ina hjá pensiónistunum.

Løgmaður heldur, at vit mega skilja hetta, at Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin skal gerast ein máttmeiri partur av komandi pensiónsskipanini, men trupulleikin er bara, at hvørki pensiónistarnir ella vit onnur hava minstu hóming av hvussu hendan framtíðarskipanin verður stúvað av politiskt og fíggjarliga. Tí hongur alt í leysum lofti, eisini reduktiónin í grundupphæddini, sum higartil hevur verið líka trygg sum stovnurin og stólurin á eini uppspardari kontu í fíggjarstovni, fingin til vega við sveittabroti ígjøgnum eitt heilt lív í vinnu á arbeiðsmarknaðinum. Hesi minkingini ber ikki til at argumentera fyri soleingi heildarmyndin um lunnindini hjá teimum eldru, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, er greið, er klokkuklár.

Vit mega fáa eina frágreiðing um hvør heildarætlanin, hugsjónar- og búskaparliga, er hjá hesi samgonguni. Í løtuni vera so nógvar patrónir brúktar á at kalla øllum hermótum, at krútið skjótt verður uppi við hetta lag. Vit vita at upptakið er stórt, og her er nógv sum skal gerast, men dag og dagliga verður nú bakkað aftur frá frontunum, tað ger ikki skilið betri.

Í skattamálum havi eg altíð verið og eri enn sannførdur um, at fyrsta oyra í skatti omanfyri 50% er byrjanin til demotivatiónina í arbeiðshugi. Kortini skal mín tilráðing vera, at landsstýrið, sum støðan er vorðin, sleppur ætlanini um at gera seg inn á grundupphæddina í fólkapensiónini, á sama hátt við Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum, og tekur burtur øll undantøkini í skattaskipanini, m.a. sjómansfrádráttin, og síðani letur okkum, sum hesi seinastu árini hava verið forkelað við upp til 7 túsund krónum um mánaðin í skattalætta,  at gjalda tað sum tá vantar í, tað man vera frægasta samhaldsfesti, sum eyga kann fáast á í løtuni.

Hetta skuldi verið nógmikið av kraftfóðri og mettu til XL-arkið í Kvíggjartúni í 2016, og so kann allur hin pensiónsproblematikkurin takast upp, tá politiska skipanin er vorðin samd um, hvussu viðurskiftini hjá okkara eldru borgarum sum heild skulu skipast í einum burðardyggum framtíðar búskapi. Tað gamla var, at man ikki fór undir at møblera húsini fyrrenn tey vóru takt og innrættað, soleiðis má tað eisini vera í pensiónsmálinum.

Tórbjørn Jacobsen