Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lat teg kanna fyri og eftir ferðina

Treytirnar fyri at ferðast til Føroya broytast, tá ið august mánaður er farin aftur um.

Í staðin fyri krav um koronakanning við markið, mæla heilsumyndugleikarnir til, at fólk lata seg kanna tveir dagar áðrenn fráferð til Føroya og tveir dagar aftaná komu til Føroya. Heitt verður á fólk um at vera serliga varin, til tey hava fingið svar uppá kanningina annan dagin eftir komu.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fegnast um, at tað er møguligt at fremja hesar broytingarnar.

"Smittugongdin hevur verið góð seinastu tíðina. Vit hava havt meira ella minni vanligar umstøður í samfelagnum, og nú gerast viðurskiftini við markið eisini meira vanlig aftur. Tað hevur gingið væl í Føroyum. Fólk hava tikið ábyrgd, og nú vóni eg, at fólk eisini taka væl ímóti og virða nýggju tilmælini," sigur Bárður á Steig Nielsen.

Broytingarnar í stuttum
Krav um kanning við markið fellur burtur

Mælt verður til kanning, sum ikki er eldri enn tveir dagar, áðrenn fráferð til Føroya

Mælt verður til kanning tveir dagar eftir komu til Føroya

Mælt verður til at vera serliga varin, til svar er tøkt frá kanningini annan dagin eftir komu