Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lat stjórnarskipanina liggja

Arbeiðið við at skapa og tryggja varandi vælferð fyri øll í Føroyum, má og skal takast fram um luftkastell um nýggjar grundlógir og loysing

Politiskt klandur og stríð eru væntandi, nú uppskotið til eina føroyska stjórnarskipan er uppafturgrivið og lagt á tingborð.

Allir flokkar siga seg vilja fremja sakina, men mín áheitan á samgonguna er at lata stjórnarskipanina liggja.

Vitandi um, at hetta mál fer at skapa spjaðing og ósemjur, hevur ABDH-samgongan ongar ætlanir havt um at taka hetta arbeiði uppaftur, og tað hevur verið skilagott.

Stjórnarskipanin er eitt projekt, ið fullveldissamgongan sjósetti um aldarskiftið, men uppskotið bleiv endaliga punkterað av klandrið millum fullveldisflokkar og einstaklingar.

Tað, sum flestu flokkar kundu taka undir við í 2011, er ikki tað, sum Framsókn og Tjóðveldi nú hava grivið uppaftur. Nei, teir hava spolað aftur til ta útgávuna av stjórnaruppskotinum, sum ongin semja kann fáast um.

Hetta er versjónin, har ið grundlóg, heimastýrislóg, stýrisskipan, tingskipan v.m. skulu setast til viks. Enn eina ferð skal loysingin sníkjast inn gjøgnum bakdyrnar, og fyri alt í verðini mugu vit ikki taka okkara samstarvspartnarar í Ríkisfelagsskapinum við í arbeiðið. Nei, hetta skal brúkast í enn einari konfrontatión.

Tað er ikki av tilvild, at andstøðan hevur grivið uppskotið um stjórnarskipan upp aftur júst nú. Røða løgmans á ólavsøku og dreymur hansara um Føroyar sum sjálvstøðugt land, verður nú tíverri misbrúkt av andstøðuni.

Hetta er spell, tí nógv liggur á láni.

Arbeiðið við at skapa og tryggja varandi vælferð fyri øll í Føroyum, má og skal takast fram um luftkastell um nýggjar grundlógir og loysing.

Samgongan eigur at lata málið um stjórnarskipan liggja.

Bárður Nielsen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin