Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lat so okkum byggja universitet og skúladepil!

Er hjálparloysið veruliga so ómetaliga stórt og viljin so óendaliga lítil, gerið so heldur tær lógarbroytingar, sum skulu til, og latið Havnina sjálva byggja universitet og skúladepil. Tí verandi gongd ber heilt einfalt ikki til og førir til bæði fráflyting og fíggjarliga ruin.

Tað er tað reina galimatias at lesa miðlarnar í løtuni. Meðan ein politikkari í Klaksvík situr og telur nýggj almenn størv í Klaksvík – heili seksti bara í fjør og tað bert á sosiala økinum – so tosar komandi borgarstjórin í Klaksvík um, at “høvuðsstaðurin er komin fyri at verða”. Ja, takk skalt tú hava!

Men samstundis gongur hann á odda í púra sjónligu ætlanini hjá alsamt fleiri løgtingslimum at steðga Marknagilsdeplinum. Meðan milliónir verða oystar í skúlabygging í Klaksvík, sum eingin veit skal brúkast til, so skal nú bert pjøssast uppá sminkaða líkið í Hoydølum.

Og í løgtinginum melur alt trillrunt og vit spyrja einaferð enn, hvar í Himmalsins navni tinglimirnir í Suðurstreymoy eru?

Vit hava staðfest fleiri ferðir, at hetta landsstýrið hevur lagt seg eftir at niðurlaga og flyta so nógvar almennar stovnar sum til ber út á bygd. Hetta gongur við rúkandi ferð, tí útjaðarin skal lívgast fyri politiskan løtuvinning.

At úrslitið av hesum skilaloysi er fólkaminking og fráflyting í høvuðsstaðnum, hevur als ongan áhuga – hann er jú komin fyri at verða, siga útjaðarapolitikkararnir, ið eiga meirilutan á tingi! Tíverri hava tinglimir í Suðurstreymoy og allir teir, sum rópa seg landspolitikkarar, heldur ongan áhuga fyri støðuni í høvuðsstaðnum. Har snorksova allir!

ÚTPURRING!

Vit í býráðnum hava roynt at purra út fleiri ferðir. Tí vit góðtaka hetta als ikki, tí tann megin, sum skal til fyri at skapa grundarlag fyri fólkavøkstri og búskaparvøkstri í øllum landinum, verður burtur.

Veruleikin í dag er nú tann, at alneyðugi Marknagilsdepilin í besta føri verður útsettur, men mest sannlíkt er hann longu steðgaður og jarðaður. Hetta er einki minni enn ein katastrofa.

Vinnuháskúlin verður tægaður sundur. At partar av maritimu útbúgvingunum skulu takast í Klaksvík, aðrir í Havn, fremur als ongan samanhang innan maritima útbúgvingarumhvørvið. Og allir møguleikar fyri at reka eitt gott altjóða universitet í Føroyum, sum kann tryggja eitt viðkomandi og altjóða útbúgvingar- og granskingarumhvørvi sum liður í búskapar- og fólkavøkstri, fána so líðandi burtur.

Exit ella enter?

Vit hava prógvað við kanningum og nýliga er tað enn einaferð staðfest í bókaútgávu, at tey lesandi fara hagar, tey fáa bestu útbúgvingina við einum gevandi lestrarumhvørvi, har tey eisini kunnu vinna sær inntøku aftrat til lestrartíðina. Lærararnir og granskararnir fara hagar, teir fáa fakligar avbjóðingar innan fyri sítt fakøki. Hetta fær mann bara við at savna tey lesandi og lærararnar í stórar eindir í miðøkinum.

Verandi gongd beinleiðis lækkar útbúgvingarstigið, tí úrslitið er, at vit fáa færri lesandi í Føroyum. Hetta merkir, at fakliga grundarlagið undir útbúgving, sum skal lúka altjóða krøv, máast burtur, og tey lesandi, lærararnir og granskararnir, flyta av landinum.

Hevur eingin varnast tað, so skal tað endurtakast her, at henda gongd hevur tikið ordiliga dik á seg, og skjótt er ov seint at venda gongdini.

Góðu fólk í hvíta húsinum á Vaglinum: Vísið styrki, vísið skil! Heldur áttu tit at bygt ein nóg stóran Marknagilsdepil sum skjótast og styrkt Vinnuháskúlan og Fróðskaparsetrið. Einasta rætta og framskygda loysnin er, at allar maritimu útbúgvingarnar verða savnaðar á Vinnuháskúlanum og Fróðskaparsetrinum í Havn.

Hetta er einasta loysn, skulu vit yvirhøvur geva okkum nakra sum helst vón um at skapa eitt sterkari útbúgvingar- og granskingarstað, sum lýkur altjóða krøv, og sum føroyska samfelagið hevur so alstóran tørv á.

Lat so okkum!

Kann sitandi samgonga ella almennu myndugleikarnir ikki finna útav hesum, so mugu vit royna aðrar leiðir. Er hjálparloysið veruliga so ómetaliga stórt og viljin so óendaliga lítil, gerið so heldur tær lógarbroytingar, sum skulu til, og latið Havnina sjálva byggja universitet og skúladepil. Tí verandi gongd ber heilt einfalt ikki til og førir til bæði fráflyting og fíggjarliga ruin.

Tit hava jú longu slept endanum! Hvussu mong skulu flyta av landinum aftrat, áðrenn tit síggja veruleikan? Hvussu stór skal elendigheitin gerast á hægru skúlunum í Havn, áðrenn tit síggja samanhangin?

Harra komandi borgarstjóri í Klaksvík – hví byggja universitet við pengunum, sum skulu brúkast til Marknagilsdepilin? Hví leitar tú ikki í tínum egna øki eftir pengunum? Eg kann hjálpa tær eitt lítið sindur – Viðareiðistunnilin, sum einki langtíðar samfelagsligt gagn hevur yvirhøvur, kostar minst 150 mió kr.

Lat tunnilin koma, tá ráðini eru til tað, og brúka heldur pengarnar til miðnám og hægri útbúgvingar í høvuðsstaðnum! Hetta er síðsta útkall!

Við vakstrarætlanini hevur Tórshavnar kommuna greitt meldað út fyri landsins myndugleikum, at kommunan satsar stórt uppá júst útbúgving og gransking. Tíverri mugu vit staðfesta, at tað ger landsstýrið ikki.

So vit spyrja enn einaferð, hvat teir tingmenn, sum eru valdir í høvuðsstaðarøkinum, gera? Hvat ger løgmaður?

Og vit spyrja, um tit kunnu gera so væl at fara til arbeiðis, beinanvegin – og sum eitt minstamark syrgja fyri, at vit onnur, sum vilja nakað, fáa heimild at gera tað arbeiðið, tit ikki kunnu finna útav at gera.** Helst í gjár!

Heðin Mortensen

borgarstjóri í Tórshavnar kommunu