Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lat okkum taka saman hendur!

Góðan morgun!

Vit skriva skjótt 01. desember, so lat okkum hjálpast at fáa boðskapin um fyribyrgingina runt!

Eg veit, av royndum, at hetta hevur stóran virkna á fleiri, so hetta kann í roynd og veru bjarga!

Tá alt hetta fór í gongd í síni tíð, vóru tað hendinga húsarhald, sum høvdu roykvarnarar, meðan tað í dag er øvugt!

Tað hava serligu herferðirnar hjálpt uppá, og tað er sanniliga at fegnast um!

Ofta er tað roykurin, ið er tann vandamiklasti parturin, so tí er umráðandi at hava roykvarnarar, og at hesir virka!

Hvussu tit velja at fáa boðskapin út er ikki tað týdningarmesta, men at hann kemur út!

Gleðiliga og hugnaliga høgtíð!

Takk fyri!

Vinarliga

Fríðálvur A. Jensen

----------------


Fyribyrging ímóti skaða av eldi

Lat okkum hava tað mál, at ongin álvarslig vanlukka av eldi skal verða, nú tað stundar til jóla og nýggjárið er í nánd.

Ongin ivi er um, at vit kunnu ØLL hjálpast at, við at stuðla undir at skaði ikki stendst av eldi – nú høgtíðin stundar til.

Vit kunnu nevna nøkur dømi, sum vit skulu hava í huga: (Prentið hesa vegleiðing út og lesið hana saman í húskinum – bæði vaksin og børn!!!)

• Tryggjað tykkum væl við roykvarnarum, og skiftið battaríir í verandi varnarum – 1. desember á hvørjum ári.

• Havið í minsta lagi ein eldsløkkjara á høgligum stað og tryggið tykkum, at hesin er í lagi.

• Havið eitt brandteppi á høgligum stað.

• Havið eina hondlykt – t.d. har tit velja at hava eldsløkkjara og brandteppið hangandi.

• Leggið eina ætlan fyri, hvørja rímingarleið tit eiga at velja.

• Farið ongantíð út frá brennandi kertuljósum.

• Latið ongantíð smábørn vera einsamøll við kertuljósum.

• Nýtið altíð eldfastar stakar.

• Tað er skilagott, at hava eina kannu við vatni, har kertuljós o.a. eru tendraði.

GEVIÐ GÆTUR!!
• Ansað VÆL eftir, at vatn ikki verður stoytt á grýtu við feitti, tí so hendir ein sokallað dampeksplosión, og eldurin verður tveittur um alt rúmið og á menniskju, sum eru í nánd.

• Takið endiliga ikki grýtuna av komfýrinum.

• Køvið við einum loki ella brandteppi og skrúva niður fyri hitanum.

• Er eldur komin upp undir eymhettuna, má ein tryggjað sær, at eldurin ikki er farin víðari.

FÝRVERK!!
• Farið ongantíð undir heimagjørt fýrverk – t.d. rørbumbur o.a.

• Ikki ganga við fýrverki uppi á tær.

• Nýt trygdarbrillur!