Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lat okkum gera eina íløgu í kvinnurnar

It’s all about the people: Jobs, equality and trust.

Tað snýr seg alt saman um fólkið: Arbeiðspláss, javnstøða og álit.

Soleiðis eitur oddagreinin í nýggjastu árbókini fyri 2013 hjá OECD, ið eg fekk inn um hurðina í vikuni.

OECD (The Organisation for Economic Co-operation and Development), ið er ein felagskapur hjá teimum ríkastu londunum í heiminum, hevur sítt boð upp á, hvussu londini skulu sleppa sum best burturúr fíggjarkreppuni. Og í hesi ársfrágreiðingini tykist boðskapurin greiður.

Fíggjarkreppan og sparingar innan tað almenna hava havt stórar menniskjansligar avleiðingar, og eiga vit at royna at bøta uppá hesar.

Aðalskrivarin í OECD, Angel Gurria, mælir til, at londini arbeiða miðvíst við at skapa arbeiðspláss, minka um munin millum háinntøkur og láginntøkur, har ið munurin millum inntøkurnar hjá kvinnum og monnum eigur at takast í álvara, og samstundis royna at skapa álit á politisku skipanina. Her er gjøgnumskygni eitt av lyklaorðunum.

Sum næstformaður í einum fakfelag, ið næstan bert umboðar kvinnur í einum láglønarbólki, sum harafturat bæði hevur trupult við at finna fulltíðarstørv og orkuna at arbeiða fulla tíð, er hetta enn einaferð ein staðfesting av, at politiski myndugleikin kann og eigur at stuðla upp undir at bøta um viðurskiftini.

Seinastu hagtølini frá Hagstovuni vóru heldur ikki so jalig, “26 færri føroyingar” var heitið á grein á portalinum. Vit hava leingi vitað, at vit hava eitt kvinnu-undirskot í Føroyum – so tann gongdin er neyvan steðgað.

Hevði tað ikki veri skilagott at gjørt eina íløgu í hesar kvinnur, ið eru ein láglønarbólkur, soleiðis at trivnaðurin hjá kvinnum í Føroyum í øllum førum gjørdist tað betur, samfelagnum øllum at frama?

Tað haldi eg, og tað hevði ikki veri verri, um vit samstundis fylgdu tilmælinum hjá OECD.

Jógvan Philbrow

Næstformaður í Føroya Pedagogfelag