Lat okkum rehabilitera útisetan, Emil Joensen
Flaggrøða í Føroyahúsinum í Kjøpinhavn tann 25. apríl 2012.
Gott fundarfólk, góðu útisetar!
Vælkomin á hesum fagra várdegi við lýggjum fleyri her á Vestarubrúgv.
Vit fagna flagginum um várið, men nógvir eru teir flaggdagar, eg minnist afturá, har man stóð sum gulur skóti á Tinghúsvøllinum við bláum knøum og skalv av kulda, meðan hornorkestrið gav sær góða tíð, og man hoyrdi menn tosa drúgt og leingi um tað mytiska flaggið og tað vælsignaða lýggja várið, sum nú var komið eftir kalendaranum at rokna.
Gaman í, - vit sóu okkurt vártekn, dagarnir tognaðu, tjøldur klippaðu, og nøkur smálomb vóru at síggja, men hesi poetisku ýti nyttaðu lítið afturímóti teimum seinnu prosaisku várteknunum í gerandisdegnum, tá ið konur løgdu seingjarklæðini út ella settu pelargoniur í altankassarnar. Ikki fyrr enn tá hildu vit blákøldu skótar, at tað var nakað serliga várligt, men kortini hevur associ-atiónin um vár og flaggdag hildið sær til henda dag. Dagurin æt fyrr Markusarmessa og var hildin at vera avgerandi hjá várandi búnaðarmonnum. Tann dagin skuldu helst allar veltur vera frá hondini. Pápi mín brúkti t.d. aldrin nakað annað orð enn Markusarmessu um flaggdagin.
Á hesum góðveðursdegi í Kjøpinhavn fari eg at hugleiða eitt sindur um, hvussu stóran lut útisetar og hesin býur hava uppiborið í flaggsøguni. Tað er nevniliga um várið 1919, at flaggið verður skapt á Regensuni her í býnum av tveimum studentum, vágamanninum, Emil Joensen og suðuroyinginum, Jens Oliver Lisberg. Fyrstu ferð, at tað sæst alment, er, tá ið tað verður veittrað við tí út av kamarsvindeyganum hjá Emili á Regensuni.
Í fyrstani fær hetta flaggið ikki stóra undirtøku aðrastaðni enn her í býnum. Men her í Danmark bleiv tað nógv brúkt, bæði á veitslum og útferðum. Gjøgnum øll 20´uni verður tað av heima-føroyingum roknað fyri eitt útisetafyribrigdi og eitt sindur speiskliga rópt ”studentaflaggið”. Pápi mín setti búgv í Skálavík í 1932, og eftir hvat eg havi frætt, var hann tann fyrsti, sum flaggaði við tí føroyska flagginum har í bygdini. Tað er ikki fyrr enn seint í 30´unum, at studentaflaggið fær størri appel millum heimaføroyingar, t.d. vildi Thorstein Petersen, formaður Fólkaflokksins heldur hava eitt grønt flagg.
Søguna aftaná 1940 kenna tey flestu, og eg ætli mær tí ikki at nema við hana her.
Tær flaggrøður, sum hava verið at hoyrt hesa seinastu fjórðingsøldina hava í merkiligan mun ”gloymt” Emil Joensen, útisetaprestin, sum teknaði flaggið. Hetta gevur álvarsama søguliga slagsíðu. Lisberg eigur avgjørt ikki einsamallur heiðurin av tí føroyska flagginum, og tí mugu vit sjálvandi fagna teimum báðum. Emil Joensen má hvørki hvørva ella tigast burtur úr flaggsøguni.
Hvør var nú Emil Joensen? Ja, hann var føddur í 1891 í Bø og kom stutt áðrenn Tað fyrsta Verðinskríggið til Kjøpinhavnar Universitet at lesa teologi. Hann fekk bústað á Regensuni, og í 1918 stovnaði hann saman við Janusi Øssursson Tað kristiliga Ungmannafelagið her í býnum, og sat sum formaður í meira enn fjøruti ár. Emil fekk tíðliga kelinavnið Míl, og tessvegna nevndist felagið oftast bara ”Mílafelagið” . Har komu óvanliga nógvir útisetar sunnukvøld eftir sunnukvøld alt vetrar-hálvárið, og nógv eru tey, sum eru takksom fyri tær undirhaldandi løturnar har. EJ skipaði fyri upplýsandi fundum, debattfundum, fyrilestrum og alskyns kappingum. Men hann var sanniliga aktivur í øðrum útisetafeløgum eisini, t.d. kom hann nógv í Studenta-felagið. Í 1924 varð hann settur sum kapellanur við Mariakirkjuna, sum er beint í túninum hjá Føroyhúsinum, og har arbeiddi hann í næstan fjøruti ár. Hann búði í Helgolandsgøtu, sum bara er eitt steinkast hiðani, vit eru.
Sjálvur kom eg at kenna EJ væl persónliga, tá ið eg var blaðstjóri á Oyggjaskeggja, og vit høvdu manga samrøðuna, har hann m.a. annað fortaldi um flaggið. Hann var korrektur, konservativur og treiskur, men slett ikki uttan brosandi sjálvironi. Hartil var hann avgjørt eftir flesta manna tykki álítandi, orðhaldin og reiðiligur.
Millum flestu útisetar tá var uppfatanin tann, at tað var Emil Joensen, sum átti flaggið, sjálvt um onkur opponeraði.Tessvegna umrøddu nógvir útisetar, eitt nú presturin, Salomon Joensen, Dánjal Nolsøe, formaður Føroyingafelags, presturin, Petur Andrew Petersen og fleiri bara flaggið sum ”Mílaflaggið”. Fyri meg og mínar javnaldrar var tað tí ógvuliga løgið, at Emil fram móti aldarskiftinum so við og við varð tagdur burtur úr flaggsøguni. Hetta er bæði søgulig synd og -skomm! Í tí grunnu flaggsøguni hjá N. J. Arge fær Emil Joensen næstan ikki innivist!
Emil J. helt alt lívið fast við sína versión av søguni, hóast summir seinni tilkomnir søguligir statistar royndu at skeikla frásøgnina. EJ fortaldi mær sáttliga, at hann teknaði flaggið við sínum reyða og bláa farvublýanti, og at hann síðani fór inn á kamarið hjá Jensi Oliveri og vísti honum tað. Lisberg var upp í loft og fagnaði flagg-uppskotinum. Stutt eftir fór EJ niðan á Nordisk flag- og fanefabrik á Nørrevold og fekk gjørt tað allarfyrsta føroyska flaggið!
Allar aðrar versiónir eru um seinni tilburðir og frá sekunderum seinni tilkomnum vitnum. Tað er eingin objektiv grund til, at vit ivast í, at Emil J. hvørki breggjaði ella mintist skeivt. Hann hevði so ofta vart sína uppfatan í verbalum andgletti við aðruhonds-vitni, at hansara orð mugu haldast eftirfarandi. Hann er jú krónvitni! Tað fanst bara eitt annað krónvitni, og tað vitnið er tíverri ikki á lívi. - Jens Oliver Lisberg doyði av Tí herviligu sponsku Sjúkuni í august 1920, …. men mundi hann ikki kunnað váttað orðini hjá Emil J.?
Sum eitt kuriosum kann eg nevna, at hóast loysingarmenn í dag hava lyndi til at patentera flaggið, so vóru tað avgjørt ikki teir, sum í síni tíð gingu á odda fyri Mílaflagginum. Tvørturímóti. Emil var bestemt ikki loysingarmaður, men varin sjálvsstýrismaður. Teir einastu føroysku politisku oddamenn, sum tíðliga tóku við studentaflagginum vóru Louis Zachariassen og Petur Mohr Dam, og teir vóru báðir móti suverænitets-strembingum, men arbeiddu fram ímóti einum moderatum heimastýri. Báðir vóru persónligir vinmenn hjá Emil J., sum hevði analoga politisku støðu til suverænitet sum teir. Hetta kann vera ein grund til, at menn ikki vilja góðkenna EJ sum flagg-skaparan, tí seinni andstøðumenn hansara hava verið rættiliga aggressivt nationalir.
Tað hevur ofta verið bæði komiskt og eyðmýkjandi at skulla lurta eftir summum flaggrøðum, har man hevur fingið varhugan av, at bæði javnaðarfólk, sambandsfólk og moderat sjálvsstýrisfólk næstan ikki eiga ”rætt” til flaggið! Hesir grunnu søguloysingar áttu at sett seg inn í flaggsøguna, og teir áttu serliga at sett seg inn í ævisøguna hjá Emil Joensen.
Tær naivu myturnar sum seinni skræðugákar hava tosað um við skyldskapi við Tann franska Tricolorin ella onnur poetisk fyridømi, verður av tí sakliga, sáttliga og hóvliga prestinum manað heilt í jørðina av, at hann nú einaferð hevði ein reyðan og ein bláan farvublýant in statu nascendi. Einki meira roks! Vínmaður mín, Ólavur Hátún, sum er bróðursonur EJ, fortaldi mær nýliga, at hann fleiri ferðir hevur hoyrt ta klassisku versiónina frá pápabeiggjanum, tá ið hann búði hjá EJ í Kjøpinhavn.
Orðini hjá Emil eru ikki løtt at koma uttanum, og tí er tað mín vón og appel til tykkum, sum eru stødd her í dag, at vit øll í felag royna at rehabilitera útisetan, Emil Joensen og geva honum tað pláss, sum hann eigur at fáa í føroyskari flaggsøgu. Vit vilja ikki gera Lisberg minni, vit vilja bara gera Emil størri og veita honum tann sama heiður, sum Jens Oliver Lisberg longu hevur fingið. Skrivlig dokumentatión fyri tí, sum Emil Joensen hevur sagt frá, finst m.a. í 25 árs Minnisritinum hjá Ungmannafelagnum frá 1943 og í blaðnum, Búgvanum frá 1944. Lat okkum seta okkum fyri, at vit fáa skrivað Emil inn aftur í søguna! Takk fyri.
(Síðani las eg ein heldur polemiskt-ironiskan stubba um tað føroyska flaggið á donskum eftir Asger Møller, sum hann skrivaði í 1958, men lat tann stubban bíða til eitt annað blað, um høvi gevst.)
Virgar T. Dalsgaard