Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lat nú hesa samgonguna royna seg

Tíðin stendur ikki í stað..  2015 er við at fara afturum, og eitt nýtt ár stendur fyri framman.Spurningurin er so hvat liggur eftir?.

Jú,vit hava millum annað  í hesum árinum fingið nýggja landstýrissamgongu. Hendan hevur sett sær fyri, at broyta nøkur grundleggjandi ting, soleiðis at landsins virðir  verða javnari fordeild. Longu nú eru stórar rembingar frá vinnuni um førda politikkin.Ført verður millum annað fram, at førdi politikkurin kemur at forkoma fiskivinnuni og eisini alivinnuni.

Vit hava sæð uppøstar reiðarar og stjórar vena sum stungnar grísar  í sjónvarpinum, um hvussu sind tað nú verður í teimun,og hvat Landstýrið man billa sær inn ? Eg veit ikki hvussu vit best reka fiskivinnu og alivinnu á skilabestan hátt,tað eru tað onnur sum hava betri vitan um.Men eitt er vist og tað er, at er tað rætt,at  vinnan hoyknar undir av  politikkinum sum stungin er út  í korti,so hoyknar hon allíkaval. 

Tað eru so nógvir pengar í fiski og alivinnuni,at nakrar fáa milliónir afturat til landshúsarhaldi , kann ikki beina fyri nakrari fiskivinnu. Ikki tí, onkrar avgerðir vóru kanska betur ógjørdar,tildømis tað , at lækka grundupphæddina í fólkapensiónini,og ístaðin hækka  útgjaldið úr samhaldsfasta.

Tann avgerðin kann vísa seg at raka aftur sum ein annar bummerangur,tí hetta helst bara er byrjanin til ,at sundurlaga fólkapensiónina og hendir tað, er vandi fyri,at fáa vit eitt samfelag við stórum stættarmuni. 

Tí er tað  mær heilt óskiljandi, at Føroya Javnarflokkur, sum er ímyndin fólkapensiónini,hevur dirvi til at  ganga á odda fyri hesum sundurlyndi,tí hetta uttan iva kann koma at kosta flokkinum dýrt.Vónandi rakna tey  við, áðrennn ov seint er. 

Samhaldsfasti var partur av avtalu  millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum,og hevði sum so einki við sjálva fólkapensiónina at gera,men var meint sum eitt ískoyti til hesa,og hetta áttu javnaðarpolitikkarar at  virt. Eisini síggja vit fyrrverðandi fíggjarmálaráðharran í miðlunum øtast ivur avgjaldsøðina hjá sitandi samgongu. 

Eri samdur við honum í, at avgjøldini kunna raka skeivt,og eru ikki altíð av tí góða.Men Jørgin kundi gjørt nógv sjálvur fyri, at hesi avgjøld ikki vóru neyðug,ella í minni format, um hann ikki oyðslaði forskattingina av pensiónum burtur til fjant og fjas.Nú  skal rokningin, fyri gildi  undanfarnu samgongur við fólkaflokkinum á odda, hava hongt okkum um hálsin gjaldast.

Hjá onkrum svíður meir enn hjá onkrum øðrum,tað vil so verða,men lat nú hesa samgonguna royna seg ,so kunna vit taka samanum aftaná.  

Ynskji annars øllum eini gleðilig jól og vælsigna nýggjár  við tøkk fyri gott samstarv í farna árið.

Eli Brimsvík.