Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lasse Klein: Hvør er loysnin á ferðslu trupulleikunum?

Landsverk svarar: ” ..... vit kenna ikki nakað til hetta máli”.

Tann 7. oktober 2020 fegnaðist undirritaði í grein um, at avtala var gjørd millum landsstýrismannin í Fíggjarmálum, sum eisini er landsstýrismaður í Samferðslumálum og Runavíkar Kommunu., hvussu ferðslan skal skipast til og frá tunnilsmunnanum í Rókini, eftir at Eysturoyartunnlin letur upp fyri almennari ferðslu. Í fjølmiðlunum var fráboðað at loysn var funnin á málinum.

Í grein míni 7. oktober 2020 gjørdi eg eisini vart við, at almenningurin hevði enn ikki sæð skriftligu avtaluna millum partarnir, og at tað var spell, men at hon vónandi bleiv kunngjørd alment, so at møguleikar vóru hjá borgarunum í Runavíkar Kommunu at kunna seg um innihaldið.

Tveir almennir myndugleikar                                                                                        
Tað vóru mong sum fegnaðust saman við mær, tí støðan á farleiðini frá Rókini til og við Søldarfjørð, er longu nú eitt vandamál, og longu nú ein stórur trupulleiki, sum gerst uppaftur størri tá Eysturoyartunnlin letur upp fyri ferðslu.

Vandamikla ferðslan er eisini partur av landsvega kervinum sum Landsverk hevur ábyrgdina av, og er landsmyndugleiki á málsøkinum, og tá avtalan tyktist at verða gjørd millum ”tveir” almennar myndugleikar, sum hvør á sínum øki, hava ábyrgd av, og varða av ferðsluni og vegakervinum, var eingin ivi í míni sál um, at talan eisini er um at tryggja ferðsluna, frá Rókini, miðskeiðis í Saltangará, á Glyvrum, Lamba/Lambareiði og til Søldarfjarðar.

Kenna ikki máli
Tá eingin almenn frágreiðing kom, varÐ biði um innlit í avtaluna, millum landsstýrismannin í Samferðslumálum, sum umsitur Landsverk sum málsøki, og Runavíkar Kommunu. Hetta varð gjørt í einum telduposti til Landsverk, tann 9. oktober 2020.

Longu 14. oktober 2020 kemur svar frá Landsverk, og svari var ørkymlandi. Ikki sum eg hevði væntað og vóna. Stutt og greitt: ”Vísandi til innlitsumbøn tína niðanfyri, skal við hesum verða sagt frá, at vit kenna ikki nakað til hetta málið”. (Sí avrit av teldupostinum á hjáløgdu mynd).

Talan er um eitt samferðslumál, og hægti umsitingarligi myndugleikin á økinum kennir einki til hetta mál?

Gevur ikki meining
Tað ber illa til at gera eina politiska avtalu í sambandi við vegakervi, sum Landsverk ikki er partur av, sum myndugleiki á økinum; tað gevur onga meining.

Fyri ein ordan skyld havi eg eisini biðið Fíggjarmálaráði um innlit í avtaluna, men haðani er einki frætt, hóast eisini áminning er send teimum.

Endamáli má verða at tryggja ferðsluna, so at ferðslu trupulleikarnir ikki gerast størri og ógvusligari enn teir eru í dag.

Lands- og kommunalir vegir
Hóast 55 mió. kr. tykjast at verða játtaðir, og tað er at fegnast um, so er neyðugt at peningur eisini verður brúktur til at tryggja ferðsluna á útsettum økjum, uttan mun til um talan er um lands- ella kommunalar vegir.

Opinleiki og gjøgnumskygni er lyklaorðið tá talan er um almennar myndugleikar, og tí er tað vónandi ein misskiljing at avtalan ikki er almannakunngjørd enn.

Lasse Klein,
Valevni á Lista A.