Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Langtíðargongdin í lønargjaldingunum vísir lítlan javnan vøkstur

Árstíðarjavnaðu tølini vísa eina lítla afturgongd í lønargjaldingunum frá 587 mió. kr. í apríl til 580 mió. kr. í mai í ár. Hóast hetta er langtíðargongdin ella trendurin ein lítil støðugur vøkstur síðani fyrst í 2011 við umleið 0,1 til 0,3% um mánaðin.

Størstu lønargjaldingarnar seinastu tvey árini vóru í august og september í fjør, tá makrelurin bleiv fiskaður. Hetta er sjónskt í árstíðarjavnaðu lønartølunum, sum tá komu upp um 590 mió. kr. um mánaðin.

Framgongdin er í tænastuvinnunum

Stórur munur er á gongdini millum ymsu høvuðsvinnubólkarnar. Langtíðargongdin sæst best við at brúka vísitøl fyri trendin síðstu tvey árini, har mai 2010 er sett til 100.

Myndin niðanfyri vísir tá skilliga, at langtíðargongdin er í tveimum: framgongdin er í tænastuvinnunum, serliga teim privatu, men eisini teim almennu.

Í fiskivinnuni og aðrari ráevnisvinnu er vøkstur fram til heystið 2011, tá tað aftur vendir til eina munandi afturgongd. Myndin vísir tó eisini, at makrelfiskiskapurin hevði stóra positiva ávirkan á lønargjaldingarnar í hesi vinnugrein í august-september í fjør, og er væl hugsandi, at vit fáa líknandi positiva ávirkan aftur í ár.

Við byggivinnu og aðrari tilvirkingarvinnu gongst verri, har javnt og samt fall er í lønargjaldingunum alt tíðarskeiðið.

Tænastuvinnurnar eru nógv tær størstu vinnurnar. Tá hesar eisini eru í støðugum vøkstri, draga tær samlaðu lønargjaldingarnar uppeftir, hóast meira ivingarsomu gongdina í framleiðsluvinnunum.

Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt tikin hædd fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.