
Langhylurin í Gundadali verður bygdur
Langhylurin í Gundadali verður bygdur eins og ætlað, og projekteringin fer í gongd í 2017.
Umráðandi er, at projekteringin verður gjørd so neyv sum til ber, og full upphædd verður sett av til projekteringina á komandi býráðsfundi 26 jan. 2017.
Núsitandi býráðssamgonga fer í vár undir at gera langtíðarætlanir fyri løgur og rakstur hjá kommununi. Íløgutørvurin er ovurstórur, og hetta krevur, at íløgurnar verða væl tilrættislagdar, soleiðis at verkætlanirnar veruliga verða framdar.
Býráðssamgongan í Tórshavnar kommunu