Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landverk við enskari heimasíðu

Nú ber til at lesa um virksemið hjá Landsverki á eini enskari útgávu av heimsíðuni. Tað eru sjálvandi teir mest viðkomandi upplýsingarnir fyri útlendingar, sum eru lagdir út á enska partin á landsverk.fo.

Eitt nú verður gjørt eitt sindur burtur úr søgni hjá stovninum, hvørji økir Landsverk arbeiðir innanfyri, hvørjar uppgávur stovnurin umsitur, og hvørjar tænastur veittar verða. Somuleiðis hvussu til ber at kunna seg um veðrið og koyrikindini, eins og atgongd er til øll vevmyndatólini, sum standa ymsastaðni í landinum.

Atgongd til ensku heimasíðuna fæst við at fara inn á www.lv.fo og trýsta á “English” ovast í høgra horni.