Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsverk varpar serligt ljós á trygd

Trygd hevur altíð verið ein týðandi partur av virkseminum á Landsverki. Komandi árið verður serligt ljós varpað á trygd sum eitt breitt hugtak, ið skal røkka út í allar krókar á stovninum og vera ein natúrligur partur av bæði hugburði og øllum virkseminum. Tann 3. februar byrjaði Karina Nattestad Nolsøe í starvi sum HTU-samskipari á Landsverki, og høvuðsuppgáva hennara verður at samskipa alt trygdararbeiði stovninum.

Einaferð um árið gera Landsverk og viðkomandi aðalráð, sum nú er Fíggjarmálaráðið, avrikssáttmála fyri komandi árið. Í avrikssáttmálanum í ár stendur, at tað í 2014 verður lagdur serligur dentur á heilsu, trygd og umhvørvi – í dagligari talu nevnt HTU.

Fyri hálvumøðrum mánaði síðani byrjaði nýggjur HTU-samskipari á Landsverk. Talan er um Karinu Nattestad Nolsøe, ið er útbúgvin master í umhvørvis- og umhvørvisleiðslu á Danmarks Teknologiske Univerisitet, DTU, og sum kemur frá einum líknandi starvi í Tórshavnar Kommunu. Uppgávan hennara verður at menna og reka trygdararbeiðið víðari, ið longu er í gongd. Somuleiðis at dagføra, orða og íverkseta trygdarmannagongdir, fyriskipa regluligar trygdarfundir, eins og at kunna um trygd sum heild.

Málið fyri arbeiðið er millum annað, at eingin kemur til skaða á Landsverki ella gerst sjúkur av onkrum, ið hevur við arbeiðið at gera, og at stovnurin ikki dálkar kringliggjandi umhvørvið. Ætlanin er eisini at seta í verk arbeiðsplássmetingar, sokallað APM, av hvørjum einstøkum arbeiðsstaði.

Trygdarskipanin á stovninum skal leggjast í eina greiða og fasta legu, eins og tað verða regluligar vitjanir kring landið við serligum fokus á arbeiðsumhvørvi og annað umhvørvi. Somuleiðis skulu fastar mannagongdir gerast fyri fráboðanir og eftirkanning av møguligum vanlukkum, skaðum og tilrenningar til skaðar.

Av øðrum málum kann nevnast, at áhaldandi umhvørvisbetrandi átøk verða gjørd í eitt nú grótbrotum, asfaltverki og øðrum arbeiðsstøðum. Ætlanin er eisini at orða ein innkeypspolitikk, sum í størri mun merkir keyp av umhvørvisvinarligum vørum og færri heilsuskaðiligar vørur, ið bæði fremja betri arbeiðsumhvørvi og fara væl við umhvørvinum annars.

Somuleiðis er ætlanin at skilja burturkast við endurnýtslu fyri eyga. Orkusparing er eisini eitt øki, ið skal arbeiðast inn í dagligu mannagongdirnar.

Slagorðið fyri áhaldandi átøkini innan HTU-økið, er at lyfta uppgávunar í felag og í góðum samstarvi millum bæði starvsfólk á Landsverki og samstarvsfelagar uttanfyri stovnin.