Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsverk tryggjar lægri asfaltprís

LANDSVERK: Prísurin hevði verið munandi hægri, um Landsverk ikki var við í kappingini um at framleiða asfalt og asfaltera

Í grein í Dimmalætting tann 4. oktober undir yvirskriftini “Landsverk bjóðar upp á egin arbeiði” er stjórin í Vinnuhúsinum, Marita Rasmussen, endurgivin fyri at siga, at “asfalteringin er eitt klassadømi upp á kappingaravleiðing”.

Hetta grundgevur hon við, at “Landsverk einki krav hevur um avkast ella yvirskot, og tí hevur betri møguleikar at bjóða lægri prís upp á eitt arbeiði, enn ein privat fyritøka.”

Hetta er ikki rætt. Landsverk kappast á fult jøvnum føti við hinar veitararnar á marknaðinum.

Hetta sæst millum annað við, at stovnurin hevur eitt lógarásett krav um altíð at rokna avskrivingar inn í prísásetingina.

Somuleiðis skal prisásetingin taka hædd fyri øllum fíggjarkostnaðum, sum eisini merkir, at framleiðsluvirksemið hjá Landsverki skal geva eitt hóskandi avkast, ið liggur á hædd við tað, sum fyritøkur vanliga rokna sær.

Á einum lítlum marknaði við bert tveimum privatum veitarum ber ikki til at siga, at fortreytirnar fyri fríari kapping veruliga eru til staðar. Fyri at fáa fría kapping á hesum øki við lægri prísum sum úrsliti, skulu fleiri enn tveir veitarar til.

Við bert tveimum privatum veitarum er vandin fyri eini duopol líknandi marknaðarstøðu til staðar, har fyritøkur vilja optimera sítt avkast við stórum sannlíkindum fyri hægri prísum.

Aðrastaðni er rættiliga vanligt á marknaðum við lítlari og ongari kapping, at tað almenna eisini bjóðar seg fram. Hetta fyri at tryggja, at prísir og góðska eru á einum hóskandi støði, og samfelagsnyttan harvið er størst møgulig.

Í 2009 samtykti landsstýrið eftir uppskoti frá táverandi landsstýriskvinnu í innlendismálum, Anniku Olsen, at tað skuldi vera frí kapping innan asfaltálegging á landsvegirnar í Føroyum.

Hetta merkir, at Landsverk framhaldandi skal hava møguleika fyri at bjóða upp á asfaltering í sambandi við íløgur eftir somu mannagongd og meginreglum, sum privatu virkini.

Endamálið við broytingini var at fáa í lag eina virknari kapping millum partarnar á marknaðinum, sum kundi fáa kostnaðin fyri vegagerð at lækka til gagns fyri brúkaran.

Tað almenna hevur gjørt ein prisásetingarhátt, sum er niðurfeldur í Játtanarskipan Landsins. Hesin forðar fyri, at prísásetingarnar hjá tí almenna eru kappingaravlagandi.

Tað stendur í hesum treytum beinleiðis orðað, ”at prísurin skal ásetast soleiðis, at hann ikki er kappingaravlagandi mótvegis privatum og øðrum almennum kappingarneytum, at langtíðar miðalkostnaðurin skal verða fíggjaður, tað vil siga innroknaður í prísásetingina”.

Alt hetta tekur Landsverk hædd fyri. Í prísásetingini er innroknaður beinleiðis og óbeinleiðis kostnaður, umframt miðal langtíðarkostnaðurin, so sum avskrivingar og renting av íløguni.

At Landsverk hevur betri møguleika fyri at bjóða lægri prís, enn privatu fyritøkurnar, er tí ikki rætt. Leggjast kann afturat, at fyri at tryggja seg ímóti gegnistrupulleikum, syrgir Landsverk fyri greiðum skilnaði millum sjálva útbjóðingina av einum arbeiði, tá stovnurin bjóðar upp á eitt arbeiði.

Hetta verður gjørt á tann hátt, at tvær ymiskar deildar á stovninum hvør í sær umsita hesar uppgávur. Tað er deildin fyri infrakervi, sum ger útbjóðingartilfarið og tekur ímóti boðum, meðan framleiðsludeildin stendur fyri at bjóða og gera tað arbeiðið, sum Landsverk vinnur í eini útboðskapping.

Framleiðsludeildin verður rikin sum ein vinnulig fyritøka í kapping við aðrar vinnuligar fyritøkur og er fíggjarliga leys av restini av stovninum.