Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsverk tekur einans faklig fyrilit

EYSTUROYARTUNNIL: Málið um alternativa farleið millum Eysturoy og Streymoy, eins og at knýta báðar armarnar á Skálafjørðinum tættari saman, er eitt stórt mál, ið sum vera man hevur fingið nógva rúmd í fjølmiðlunum. Tíverri hevur ikki alt verið líka sakligt, sum fram er komið. Eitt nú verður Landsverk lagt undir at gera sniðálop á Skálafjørðin við einum av leistunum at loysa hesa eftir okkara tykki sera spennandi og mennandi verkætlan fyri føroyska samfelagið.

Uttan at gera meira burturúr hesum álopum, so liggur tað mær á hjarta sum stjóri á Landsverki út frá einum fakligum sjónarmiði at greiða frá, hvat vendir upp og niður í hesum máli sæð frá okkara síðu.

Málið um Eysturoyartunnilin er ikki nýtt, og fleiri royndir eru gjørdar at fáa sett skjøtil á hesa spennandi verkætlan.

Landsverk hevur bæði óbeinleiðs og beinleiðis frá tíð til aðra verið partur í fyrireikingunum av hesi verkætlan. Sæð í ljósinum av teimum mongu atfinningunum seinastu dagarnar móti okkara leikluti í hesum máli, skal eg hervið greiða frá, hvør hesin er, og hvussu málið higartil er viðgjørt innan okkara gátt.

Saman við serfrøði í avvarðandi aðalráðum hevur Landsverk myndað tann arbeiðsbólk – við tilhoyrandi stýrisbólki – sum seinast er komin við einum tilmæli til ein møguligan fíggjarligan leist í sambandi við Eysturoyartunnilin.

Hetta var ein bundin uppgáva, har tað í arbeiðssetninginum til tilmældið m.a. stendur, at "Finnast skal fram til skilabestu loysnina fyri føroyska samfelagið, t.e. tann loysnin, ið hevur við sær størstu samfelagsnyttuna.”

Sjálvt um tað eru nógv viðurskifti, ið spæla inn, tá metast skal um samfelagsnyttu, so kann samfelagsnyttan í stórum sigast at vera, at jú fleiri, ið fara at nýta verkætlanina, tá hon er liðug, tess størri gerst samfelagsnyttan. Tó spælir kostnaðurin eisini ein týðandi leiklut, tí jú dýrari íløgan er, tess hægri skal nýtslan vera fyri at gera eins stóra samfelagsnyttu.

Fyri at venda aftur til leiklutin hjá Landsverki, so er uppgávan hjá einum slíkum stovni, eins og hjá tilsvarandi stovnum aðrastaðni, at eitt mál verður lýst frá enda í annan, fyri síðani at verða lagt til politiska støðutakan. Hetta er skylda okkara at gera. Tað er beinleiðis vandamikið frammanundan at leggja lok á ávisar loysnir og modellir, tí tey møguliga eru illa sædd onkrastaðni í samfelagnum. Tá hevur politiski myndugleikin nettup ikki fingið eitt nøktandi grundarlag at taka støðu útfrá, sum jú var aðaluppgávan hjá arbeiðsbólkinum.

Tí vórðu fleiri linjuføringar umrøddar í tilmælinum. Íroknað ein brúgv um Skálafjørðin, sum síðani hevur fingið ógvuliga misjavna móttøku. Nakað, sum vit frammanundan høvdu varhugan av, tí hendan loysnin fyrr hevur verið frammi og varð heldur ikki serliga væl móttikin tá. Eitt mál av slíkum slagi snýr seg ikki um kenslur, men um at lýsa tað úr enda í annan á fakligum grundarlagi.

Sum serfrøðingastovnur er uppgávan hjá Landsverki fyrst og fremst at taka faklig og harundir fíggjarlig atlit at eini verkætlan, meðan politiski myndugleikin kann taka møgulig onnur atlit við í politisku viðgerðina, og síðani taka støðu harútfrá.

Ewald Kjølbro, stjóri

Landsverk