Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsverk sett nýggjan leiðara fyri Byggideildina

STARVSSETAN: Herfyri søkti Landsverk eftir leiðara til Byggideildina, og stovnurin hevur nú sett 32 ára gamla Arna Debess Madsen úr Havn í starvið. Nýggi leiðarin, sum er útbúgvin verkfrøðingur, hevur verið í starvi á Landsverki síðani 2012, tá hann varð settur sum verkætlanarleiðari. Seinasta árið hevur hann virkað sum byggileiðari á stóru verkætlanini við Marknagil. 

Byggideildin á Landsverki hevur nú fingið nýggjan leiðara, eftir at virkandi leiðari hevur røkt starvið síðani 1. februar 2015.

Deildin varar av flestu bygningum undir landinum, og er byggiharri á øllum nýggjum verkætlanum innan hetta økið og innan infrakervið á landi. Eitt nú á Skúladeplinum við Marknagil, komandi H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum og nýggju Viðareiðisfarleiðini. Harafturat eru nógvar smærri verkætlanir, eins og Byggideildin hevur um hendi alt viðlíkahald av almennum bygningum undir landinum.

Nýggi leiðarin fyri Byggideildina á Landsverki sær fram ímóti at taka við starvinum.

- Hetta er eitt spennandi starv. Ikki minst tí, at Byggideildin seinnu árini hevur fingið alsamt fleiri og størri uppgávur at taka sær av. Tað er tí ein bæði avbjóðandi og spennandi uppgáva at fara undir, har mín leiklutur, umframt at leiða deildina, í stóran mun verður at styrkja og tryggja góðskuna í tí arbeiði, sum longu er sett í gongd, sigur Arne Debess Madsen.

Hann vísir á, at Landsverk hevur eina góða blanding av fakleika í húsinum, ið fevnir um arkitektar, verkfrøðingar, byggifrøðingar og onnur starvsfólkayrki, sum hann nú skal standa á odda fyri.

-Eg havi starvast á stovninum í trý ár, so eg kenni flestu starvsfólk, eins og tær uppgávur, sum eg saman við hinum starvsfólkunum eri settur at loysa, sigur nýggi leiðarin á Byggideildini.

Stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, er fegin um at hava sett nýggjan leiðara á Byggideildini.

- Serliga seinastu árini er byggiøkið vaksið ómetaliga nógv, og tí hevur tað stóran týdning at hava eina væl virkandi Byggideild, sum kann lyfta uppgávurnar á best møguligan hátt. Tað veit eg, at nýsetti leiðarin er tann rætti at taka sær av, sigur Ewald Kjølbro.

Arne Debess Madsen, sum tekur við starvinum 1. juli, er 32 ára gamal, býr saman við Ingibjørg Johannesen, og saman eiga tey trý børn. Frítíðin fer øll til uppgávuna sum skótaovasti og at standa á odda fyri Skótadeplinum á Selatrað.