Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsverk leingir freist fyri hugskotskapping

AVBJÓÐING: Stutt fyri jól lýsti Landsverk til eina hugskotskapping, har lesandi, nýtútbúgvin og onnur við áhuga fyri virkisøkjunum hjá Landsverki, hava møguleika fyri at gera seg galdandi við góðum hugskotum. Fleiri góð hugskot eru komin inn, og nú er freistin at vera við í kappingini, sum er liður í einum átaki at fáa fleiri útisetar heim til Føroya at arbeiða, longd til 4. mars.

Enn er møguleiki at vera við í hugskotskappingini, har Landverk fram til summarfrítíðina gevur lesandi, nýútbúnum og øðrum við áhuga fyri virkisøkjunum hjá Landsverki, høvi at gera seg galdandi í eini kapping um verkætlanir, ið antin eru nýskapandi ella stuðla undir menning av verandi virkisøkjum.

Tey, sum vilja nýta sínar ástøðiligu førleikar í verki, fáa hesa tíðina eitt frálíkt høvi til at royna seg og koma við uppskotum til, hvussu ítøkiligar avbjóðingar kunnu loysast. Kappingin, sum varð skotin í gongd á Jobmatch 2012, ið varð hildið á Østrøm 28. desember, er liður í at fáa fleiri útisetar at leita sær heimaftur at arbeiða.

Fleiri uppskot eru longu komin inn, og Landsverk hevur tí gjørt av at leingja freistina til komandi mánadag 4. mars. Málbólkurin, sum kappingin vendir sær til, eru bæði nýggj lesandi og fólk við bachelor, kandidat ella phd-útbúgving. Nærliggjandi útbúgvingarøki eru innan verkfrøði, byggifrøði, arkitektur, búskaparfrøði, leiðslu, HR, samskifti og KT.

Ein slík kapping er uppløgd at taka støði í fyri tey, sum skulu í gongd við serritgerð ella onkra aðra verkætlan. Til ber at tekna seg til kappingina bæði sum einstaklingur ella bólkur. Vinnararnir av kappingini verða virðisløntir.

Lesið meira um hugskotskappingina hjá Landsverki her.

http://www.landsverk.fo/Default.aspx?pageid=19718