
Landsverk keypt reingerðarbil
NÝGGJ TÆNASTA: Herfyri kom ein nýggjur serútgjørdur bilur, ið skal nýtast til reingerð av landsvegakervinum. Serliga er tað eitt nú í tunlum, at ein skitin vegbreyt kann vera við til at verra sýnið fyri bilførarar, ið koyra í tunlunum.
Ætlanin er eisini at nýta bilin til at reinsa vegjaðarar, so linjurnar síggjast betri, eins og at reingerða vegbreyt og veggir í serliga teimum mest ferðslutungu tunlunum. Keypið er sostatt ein liður í strembanini eftir at hækka um ferðslutrygdina á føroyska vegakervinum.
Nýggir bilurin kann somuleiðis nýtast til at reinsa eitt nú húsaveggir og bygningar annars.
Til ber at leiga nýggja reingerðarbilin hjá Landsverki, sum hevur heimstað í Maskinmiðstøðini í Kollafirði.