Landsverk hevur sett prosjektsjef til Skúladepilin við Marknagil
STARVSSETAN: Landsverk hevur sett Heina Trond Hansen, sum er føroyingur, í starv sum prosjektsjef fyri byggiverkætlanini 'Skúladepilin við Marknagil'
'Skúladepilin við Marknagil' er Føroya størsta byggiverkætlan nakrantíð. Tí hevur Landsverk søkt eftir einum prosjektsjefi við drúgvum royndum innan størri bygningsverk av hesum slagi.
Landsverk hevur valt at seta 53 ára gamla Heina Trond Hansen í starvið sum prosjektsjef fyri Marknagilsverkætlanini.
Heini Trond Hansen varð í 1985 útbúgvin diplomverkfrøðingur á Horsens Teknikum í Danmark. Afturat hesum hevur hann millum annað útbúgvað seg í leiðslu, prosjektstýring, virkis- og samfelagsbúskapi umframt í vinnulívsrætti.
Seinastu árini hevur Heini, sum er búsitandi í Egå í Danmark, ognað sær drúgvar royndir sum bæði prosjektsjefur, prosjekt- og marknaðarsjefur, kalkulatiónssjefur og byggiharraráðgevi í størvum hjá millum annað NCC, Pihl & Søn og síðani 2010 hjá Cowi í Århus. Í eitt tvey ára tíðarskeið arbeiddi hann eisini sum sjálvstøðugur ráðgevi.
Heini Trond Hansen, ið er ættaður úr Havn, tekur við starvinum sum prosjektsjefur tann 1. apríl 2012.