Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsverk fer undir royndir við tráðbilverju

Dan Klein --- 07.07.2017 - 09:44

FERÐSLUTRYGD: Í grannalondunum Svøríki og Íslandi hava tey í nøkur ár sett upp sonevnda tráðbilverju í staðin fyri vanligu bilverjuna, sum vit kenna hana í Føroyum. Landsverk fer nú undir royndir við tráðbilverju, ið sambært stóra svenska kanning er eins trygg, men hinvegin munandi bíligari at keypa, seta upp og viðlíkahalda.

Tráðbilverja er bilverja, har stálpelar verða settir niður í jørðina framvið vegjaðaranum, og tráðveirar spentir millum pelarnar.

Sum eina royndarverkætlan fer Landsverk nú undir at seta upp tráðbilverju við Tjørnunes á Skálafjørðinum og uppi á Oyggjarvegnum við Hundsarabotn.

Tráðbilverjan er framleidd í Svøríki, og stálpelarnir, sum eru rundir í sniði, verða settir upp við trimum metrum ímillum. Síðani verða tráðveirar spentir ímillum pelarnar, og endarnir settir fastir í stórar niðurgrivnar betongsteinar.

Tað hevur onkuntíð verið frammi, at hetta slagið av bilverju ikki er eins trygt og tær bilverjur, sum vit higartil hava nýtt í Føroyum, tí tær virka sum ein ostaskerari. Hetta er ein myta sambært Sveriges MotorCyklister, sum í 2015 gjørdi eina stóra kanning, har óhapp við motorsúkklum í stórum parti av Evropa, USA, Avstralia, New Zeelandi og Malaisia vórðu kannaði. Kanningin vísir, at tað er eingin munur á óhappum, ið henda har tráðbilverja er, og har bilverjan er av sama slagi, sum vit kenna hana.

Tráðbilverjurnar eru “bleytari” at renna á, tí tær kunnu geva seg heilt upp í 1,85 metrar, meðan plátubilverjurnar geva seg upp í 1,0 metur. Eisini eru stólparnir gjørdir soleiðis, at teir bogna undan, meðan tráðurin heldur eftir, um rent verður á bilverjuna.

Umframt at vera bíligari í innkeypi og uppseting, er ein annar fyrimunur, at til ber at seta upp tráðbilverju, har vegirnir eru smalir og hava skráning, mótvegis plábilverjuni, ið krevur meira pláss fram við vegjaðaranum. Somuleiðis taka tráðbilverjurnar lítið og einki útsýni úr teimum bilum, sum koyra framvið.

Enn ein fyrimunur er, at kavi ikki í sama mun legst á tráðbilverju, sum hann ger á plátubilverjum. Somuleiðis skemmar tráðbilverjan ikki landslagið fagurfrøðiliga eins nógv og plátubilverjan.  

Samanumtikið eru sostatt nógvir fyrimunir við at nýta hesa tráðbilverju í mun til vanligu plátubilverjuna, sum vit hava nýtt í Føroyum.