Landsverk bjóðar nú veðrið í lumman
APP-TÆNASTA: Nú ber til hjá øllum, sum hava eina sokallaða “smartphone”, at fáa feskastu upplýsingar um veðrið frá teimum 26 veðurstøðunum hjá Landsverki kring landið, beinleiðis á fartelefonina.
Møguleikarnir at fáa koyrilíkindini ella upplýsingar frá Landsverki um veðrið gerast alsamt fleiri og betri. Við eini nýggjari app, sum Landsverk hevur ment, ber nú eisini til at fáa støðuna viðvíkjandi veðrinum beinleiðis á fartelefonina. Upplýsingarnir um veðrið, sum verða varpaðir út gjøgnum ymsu miðlarnar, stava frá veðurstøðunum hjá Landsverki kring landið.
Stovnurin hevur heilar 26 veðurstøðir kring landið, sum veita upplýsingar um millum annað ætt, vind, hvirlur og hita hvønn tíggjunda minutt alt samdøgrið. Harafturat hevur stovnurin eisini 27 vevmyndatól, har til ber at síggja støðuna á landsvegakervinum á fartelefonini. Hetta hevur kanska ikki so stóran týdning hesa ársins tíð, men tá veturin kemur, kunnu hesar myndir vera sera hentar at síggja hjá bilførarum, sum hava langan veg til arbeiðis ella skulu ein longri túr við bili.
Nýggja app'in er fyrst og fremst ein hentur miðil at brúka í vetrarhálvuni í sambandi við koyrilíkindi, floglíkindi, útróðrarveður og annað. Men eisini hesa ársins tíð kann góð nytta fáast burturúr veðurlíkindunum, um tú ynskir at kunna teg um, hvar besta summarveðrið er.
Við at skriva m.lv.fo á fartelefonina verður brúkarin leiddur inn á eina síðu, har til ber at velja veðrið og tær ymsu veðurstøðirnar.
Á app'ini kann brúkarin eisini lesa tíðindir ella kunngerðir um stongdar vegir, tunlar, vegarbeiðir og so framvegis.
Ætlanin er støðugt at menna og tillaga app-skipanina í mun til tann tørv, sum altíð fer at broytast frá tíð til aðra.