
Landsstýrismenninir í uttanríkis- og fiskivinnumálum umrøtt Hoyvíkssáttmálan við íslendska uttanríkisráðharran
Seinnapartin í gjár 17. mai hittust Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, við íslendska uttanríkisráðharran, Guðlaugur Þór Þórðarson.
Uttanríkisráðharrin vitjar í hesum døgum í Føroyum í samband við, at íslendski forsetin Guðni Th. Jóhannesson er á almennari vitjan í Føroyum.
Á fundinum umrøddu teir mál undir Hoyvíkssáttmálanum, og onnur mál, eitt nú Brexit.
Í august hittast partarnir aftur, og tá er ætlanin at fáa eina loysn viðvíkjandi ivamálum undir Hoyvíkssáttmálanum.