Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrismálanevndin sum politisk kastibløka

Tað líkist ongum, at Høgni Hoydal fyrst kærir løgmann og landsstýrisfólk til Landsstýrismálanevndina, men tá nevndin ikki gevur honum viðhald, so fer hann í fjølmiðlarnar, fyri at heingja einstøku limirnar í nevndini út fyri at vera óreiðiligar.

Eg var sjálvur formaður í Landsstýrismálanevndini eitt skifti í farna valskeiði, og tá var eingin munur gjørdur á ”vini og fígginda”. Nevndin arbeiddi seriøst, og var eg sjálvur við til at geva onkrum partamanni eina átalu. Tað er einki sum bendir á, at nevndin ið nú situr, tekur sítt arbeiði í minni álvara enn tær undanfarnu. Tó havi eg varhugan av, at forkvinnan, Sirið Stenberg, arbeiðir undir ávísum trýsti frá sínum egna baklandi.

Uppgávan er greið

Landsstýrismálanevndin hevur eina púra greiða uppgávu, og tað er at staðfesta, um landsstýrið hevur hildið seg til lógina ella ikki. Tí undrar tað meg mangan, at royndir politikarar kæra mál til nevndina, sum einki hava við løgfrøðiligar spurningar at gera. Tað er ikki uppgávan hjá Landsstýrismálanevndini at taka støðu til, hvat er politiskt rætt.

Lógin er ikki brotin

Høgni Hoydal kærdi í apríl mánaði løgmann fyri brot á stýrisskipanarlógina, í sambandi við at løgmaður sendi eitt skriv til donsku stjórnina um at hækka blokkstuðulin. Eisini kærdi hann løgmann og landsstýrismannin í fíggjarmálum, fyri ikki at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn teir fóru at samráðast við donsku stjórnina um at hækka blokkstuðulin og at niðurleggja sendistovuna í London.

Ein samd Landsstýrismálanevnd (íroknað Sirið Stenberg) kemur til hesa niðurstøðuna: ”Tað var sostatt ikki brot á stýrisskipanarlógina, at hann (løgmaður) sendi skriv til donsku stjórnina tann 10. november 2011.”

Víðari skrivar samda nevndin: ”Landsstýrismálanevndin skilir tí ikki, at løgmaður sendir skrivið til donsku stjórnina, áðrenn samgonga varð skipað, og áðrenn løgtingsnevndir vóru valdar. Hetta er óheppið, men av tí at tað ikki er brot á stýrisskipanarlógina, ger Landsstýrismálanevndin ikki meira við hetta.”

Viðvíkjandi tí seinna málinum er nevndin eisini samd og sigur í niðurstøðuni: ”Landsstýrismálanevndin metir ikki, at tað løgfrøðiliga kann staðfestast, at løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava framt brot á § 54 í stýrisskipanarlógini við ikki at hava ráðført seg við Uttanlandsnevndina um blokkstuðulssamráðingarnar 2012.”

Høgni misnøgdur

Løgmaður er, sum vera man, fegin um hesar niðurstøður, har ein samd Landsstýrismálanevnd reinsar hann og landsstýrismannin fyri allar ákærur um lógarbrot. Men Høgni Hoydal fer í blekkhúsið og skrivar eina langa grein, har hann leggur eftir samgongulimunum í nevndini (sum eru komnir til somu niðurstøðu sum hansara egna partakvinna). Eisini fáa fjølmiðlarnir av grovfílini fyri at siga, hvørja niðurstøðu Landsstýrismálanevndin er komin til.

Høgni skrivar forhánisliga: ”Nú veit eg ikki, um tíðindafólkini og løgmaður hava lisið frágreiðingina hjá landsstýrismálanevndini...” Hetta er bara so typiskt fyri Høgna, tá hann ikki fær sín vilja. Tá eru tað altíð hini, sum ikki vita, hvat tey tosa um. Og so kemur hann við síni egnu útlegging: ”Veruleikin er, at forkvinnan í landsstýrismálanevndini, greitt staðfestir, at løgmaður og fíggjarmálaráðharrin hava brotið stýrisskipanarlógina, meðan umboðið hjá Sambandsflokkinum, Eivind Jacobsen, og umboðið hjá Fólkaflokkinum, Jóan Magnus Rasmussen, siga, at teirra egnu floksformenn hava ikki brotið stýrisskipanina.”

Hetta er beinleiðis ósatt! Nevndin er samd í øllum niðurstøðunum.

Kroyst forkvinna

Tað løgna í skrivinum frá Landsstýrismálanevndini er, at forkvinnan, Sirið Stenberg, hevur skrivað eitt ískoyti til niðurstøðurnar, hóast hon annars í niðurstøðuni er samd við hini umboðini í nevndini. Men hetta vísir bara, hvussu kroyst hon er av sínum egna formanni.

Sirið byrjar ískoytið við at siga: ”hóast tað ikki løgfrøðiliga kann staðfestast, at løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava framt brot á § 54 í stýrisskipanarlógini...” men seinni sigur hon: ”Minnilutin metir, at brot er framt á § 54, stk 2 í stýrisskipanarlógini í hesum málinum.”

Hetta er ein mótsøgn, sum ikki samsvarar við niðurstøðurnar, sum Sirið sjálv hevur verið við til at gjørt. Tað líkist ikki hennara stíli at skriva soleiðis, og skal eg vera heilt erligur, so ivist eg stórliga í, um tað er hon, sum hevur skrivað tað.

Og nú sendir Høgni júst henda setningin út í fjølmiðlarnar. Hann skrivar: ”Veruleikin er, at forkvinnan í landsstýrismálanevndini, greitt staðfestir, at løgmaður og fíggjarmálaráðharrin hava brotið stýrisskipanarlógina.”

Hvussu ”greitt” tað verður staðfest, tá hon sjálv sigur, at tað ikki kann staðfestast, ja tað kunnu vit seta stórt spurnartekin við.

Vil gera nevndina politiska

Tað sum serliga virkar órógvandi í skrivinum hjá Høgna Hoydal (altso greinini), er hetta brotið: ”Fólkafloksumboðið í landsstýrismálanevndini sigur, at málið hevur ikki stóran týdning, og tí kann ikki staðfestast brot á Stýrisskipanarlógina. So vita vit tað. Fólkaflokkurin heldur tað altso ikki hava týdning at fara til Danmarkar at biða um pengar. Vit kunnu bara hugsa okkum, hvat til dømis stovnarin av Fólkaflokkinum, Jóannes Patursson, hevði sagt um slíka niðurstøðu frá fólkafloksumboði.”

Hetta brotið vísir, at sambært Høgna, so skal niðurstøðan hjá einum umboði í Landsstýrismálanevndini vera tengd at, um viðkomandi er partamaður hjá Jóannesi Paturssyni ella ikki. Hetta er beinleiðis óhugnaligt. Niðurstøðurnar hjá Landsstýrismálanevndini eiga bara at byggja á løgfrøði og ikki arviligan partapolitikk.

Og so havi eg hug at skoyta uppí, at tann annars so skilagóða Sirið Stenberg má ansa eftir, hvat hon letur seg misbrúka til í sessinum sum forkvinna í Landsstýrismálanevndini.

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður