Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrismaðurin vitjar Klaksvíkar sjúkrahús og Heilsutrygd

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur í dag vitjað Klaksvíkar sjúkrahús og Heilsutrygd, sum eru stovnar undir hansara øki. Øll sjúkrahúsleiðslan í Sjúkrahúsverki Føroya var við, har tey saman fingu innlit í virksemið á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Kunnað varð um allar deildirnar á sjúkrahúsinum, har landsstýrismaðurin fekk høvi til at síggja tær góðu umstøðurnar á sjúkrahúsinum, og har hann kundi heilsa upp á starvsfólkini. Kaj Leo gav sær góðar stundir at lurta eftir, hvat starvsfólkini høvdu at siga um teirra ynski og mál.

Síðani varð farið at vitja á Heilsutrygd, har landsstýrismaðurin var vístur runt á stovninum, og har hann heilsaði upp á starvsfólkini. Landsstýrismaðurin fekk frágreiðing um virksemið hjá stovninum Heilsutrygd.

Heilsumálaráðið