Landsstýrismaðurin vitjar Havstovuna 3/1/2012
Nýggi lansstýrismaðurin í Fiskivinnumálum Jákup Mikkelsen vitjaði Havstovuna saman við aðalstjóranum Rógva Reinert týsdagin tann 20. desember.
Her fekk hann eina rundvísing á stovninum og var síðani á fundi saman við leiðsluni, har kunnað varð um virksemið hjá Havstovuni og um havrannsóknarskipið Magnus Heinason, har túrætlanin fyri 2012 varð gjøgnumgingin.
Eisini varð greitt frá nýggja havrannsóknarskipinum, sum verður liðugt detailprojekterað ultimo mars mánað í ár.