Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrismaðurin vitjaði Umhvørvisstovuna

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður við Innlendismálum var á stovnsvitjan og fekk innlit í virksemi á Umhvørvisstovuni.

Leiðslan á Umhvørvisstovuni hevði eina kunnandi framløgu fyri landstýrismanninum, sum eisini hevði aðalstjóran og skrivaran við sær.

Síðani fekk landsstýrismaðurin høvi at síggja stovnin og heilsa uppá starvsfólkini, sum eisini greiddu honum frá teirra arbeiðsøki.

Landsstýrismaðurin var somuleiðis og vitjaði viðarlundina í Gundadali og á Gróðurstøðini í Miðhoydølum. Kári P. Højgaard var fegin um at vitja Umhvørvisstovuna og hoyra um hvussu arbeiðið á stovninum verður skipað.

Á lítlu myndini sæst Landsstýrismaðurin hyggja at hvussu kort verða gjørd eftir loftmyndum í eini 3D-mynd. Á stóru myndini taka starvsfólk sýnir av grind, ímeðan Landsstýrismaðurin við áhuga fylgir við.