Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrismaðurin vildi ikki skapa órógv á SSL

Vinnumálaráðið (VMR) sendi í gjár Løgtingsins Fíggjarnevnd ískoytisupplýsingar til frágreiðingina um viðurskifti á Strandfaraskipum Landsins (SSL), sum nevndin fekk týskvøldið. 

Frá Vinnumálaráðnum:

Av misgáum vórðu hesar upplýsingar ikki við í nevndu frágreiðing frá gjárskvøldinum.

Tað snýr seg um ein teldupost frá VMR til stjóran á SSL, dagfestur 12. desember 2012.

Í hesum telduposti, sum fíggjarleiðarin fekk avrit av, gav fíggjarfulltrúin í VMR, vegna landsstýrismannin, boð um, at ein tekstur, sum fíggjarleiðarin á SSL ætlaði at senda øllum starvsfólkum, ikki skuldi sendast út fyrr enn eftir 3. viðgerð í Løgtinginum.

Fíggjarleiðarin ætlaði at senda henda tekstin út til øll starvsfólkini, áðrenn 3. viðgerð í Løgtinginum:

“Til starvsfólki á Strandfaraskipum Landsins

Leiðslan á SL skal hervið kunna um støðuna, eftir at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit um fíggjarlógina næsta ár.

Í álitinum til Fíggjarlógina 2013 hevur meirilutin í Løgtingsins Fíggjarnevnd ikki tikið atlit til ynski um at hækka ferðaseðlaprísin í staðin fyri at minka um túratalið hjá Smyrli og Teistanum. Hetta merkir, at átøkini sum nevnd eru í Búskaparfrágreiðing I frá mars 2012 standa við makt og SL skal finna eina sparing áljóðandi 4,8 mió. kr. við:

• at taka ein túr av hjá Smyrli aftur og fram alt árið. Hetta er av vetrarferðaætlanini (sum nú er galdandi alt árið, eftir at nýggjar hvíldarreglur eru lýstar), og túratalið hjá Smyrli fer sostatt úr 32 til 30 túrar um vikuna.

• at minka um túratalið hjá Teistanum, so hann kann røkjast við 2 manningum á fullari tíð. Teistin røkir í dag Sandoyarleiðina við 3 manningar á niðursettari tíð. Hetta hevur m.a. við sær, at seinasti túrur á kvøldi hjá Teistanum (aftur og fram, hvønn dag) ikki verður sigldur.

Fyri manningarnar á Teistanum hevur hetta við sær, at bert 2 manningar skulu røkja Sandoyarleiðina.

Fyri manningarnar á Smyrli verður avleiðingin vantandi, at arbeiðast skal á niðursettari tíð.

Hetta er støðan í løtuni. Endalig vissa fyri hesum átøkum fæst ikki fyrrenn Løgtingið hevur samtykt fíggjarlógina fyri 2013”.

VMR metti, at tað var skeivt at boðað starvsfólkunum frá viðurskiftum, sum ikki vóru endaliga avgreidd og tí eisini óviss og kunnu skapa órógv á stovninum. Viðgerðin í Løgtinginum var ikki liðug, og ongin visti tí at siga, hvat ið endaliga fór at verða samtykt.

Tað hevði verið skeivt av leiðsluni á SSL - og í stríð við góðan leiðslusið - at kunnað starvsfólkini um eitt nú uppsagnir á stovninum, um hesar uppsagnir kortini ikki vórðu av nøkrum, tá 3. viðgerð í Løgtinginum var liðug.

Leggjast kann afturat, at politisk undirtøka var ikki fyri sparingunum, sum fíggjarleiðarin ætlaði at kunna starvsfólkini um.

Landsstýrismaðurin bað tí SSL gera uppskot til aðrar sparingar.

Her er telduposturin, sum VMR sendi SSL 12. desember 2012:

 "Góði Bogi

Landsstýrismðurin hevur givið boð um, at eingi boð skulu gevast starvsfólkunum fyrr enn eftir 3. viðgerð.

Landsstýrismaðurin og Vinnumálaráðið vil eisini hava uppskot til hvussu vit finna tær 4,8 mió kr (hetta er sparing inklusiv eina túrin hjá Smyril), tit hava nevnt møguleikan fyri at hækka ferðaseðlaprísir v.m. við 10%, gott at vita at bert ein lítil príshækking kann loysa henda trupulleika, men hvørjir aðrir møguleikar eru?

Viðv. minkaðum túratali á Smyril, hvat skal til um vit varðveita túrin (gangi út frá at so verður tað alt árið) eru tað t.d. 3 fólk meira á hvørjari vakt? Tvs. 6 fólk í alt +olja?

Viðv. Teistanum, hvørjar aðrar loysnir eru fyri hesi leið, uttan tað at manningar skifta dagliga – vit eru eitt sindur í iva hvørt henda loysn ferð at rigga bæði fyri manning og viðlíkahald?