Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrismaðurin viðgjørt Nordisk Innovation saman við norðurlendsku starvsfeløgunum

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum hevur seinnapartin í dag, 7. desember, luttikið á fundi í Norðurlanda Ráðharraráðnum millum norðurlendsku vinnumálaráðharrarnar.

Á fundinum viðgjørdi ráðharrarnir millum annað eftirmeting av “Nordisk Innovation” og finska formansskapin í 2016.

Nordisk Innovation er átak hjá Norðurlanda Ráðharraráðnum, ið skal virka fyri og fíggja virksemið, sum styrkir nýskapan og samstarv millum smáar og miðalstórar fyritøkur í Norðurlondum. Endamálið er at gera tað lættari at menna og reka vinnuligt virksemi tvørtur um landamørkini.

Ynski er at Nordisk Innovation fær ein virknari leiklut í Føroyum, og stjórin fyri Nordisk Innovation kemur væntandi á vitjan í Føroyum í mars 2016.

Í 2016 fær Finnland formansskapin í Norðurlanda Ráðharraráðnum. Høvuðsevnini fyri finska formansskapinum verða “Vatnið, náttúran og menniskjur.”

Finski formansskapurin hevur sett sær sum mál at minka um marknaðforðingar millum Norðurland, fremja talgilding og styrkja um leiklutin hjá Norðurlondum í ES.

Á fundinum kunnaði Poul Michelsen millum annað um ætlanina “Talgildu Føroyar” og arbeiðinum at leggja um til grøna orku í Føroyum.

Sí meir um Nordisk Innovation: http://www.norden.org/da/nordisk-ministerraad/ministerraad/nordisk-ministerraad-for-erhvervs-energi-og-regionalpolitik-mr-ner/institutioner-samarbejdsorganer-graenseregioner-og-arbejdsgrupper/institutioner/nordisk-innovation/