Landsstýrismaðurin rakar útróðrarmannin
Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður hevur lýst eina kunngerð, sum loyvir línufiskiskapi heilt inn í taran. Tað kann landsstýrismaðurin gera, hóast undirtøka ikki er fyri tí í løgtinginum. Lógin um vinnuligan fiskiskap gevur honum nevniliga heimild til at skipa fyri fiskiskapinum við kunngerð.
Undanfarni landsstýrismaðurin brúkti hesa heimildina, tá hann friðaði økið eftir tilmæli frá Havstovuni, og framvegis hevur Havstovan ikki mælt til at opna økið aftur.
Tað kann væl vera, at hetta átakið í fyrstu atløgu er ein sigur fyri landsstýrismannin, men í longdini kann tað fara at venda øvugt.
Tað næsta sum hendir, verður helst, at uppskot verður lagt fyri tingið, um at friðingin inni við land verður førd inn í sjálva lógina, og harvið missa bæði verandi og komandi landsstýrismenn heimildina at skipa fyri hesum økinum. Úrslitið av tí verður, at stongdu leiðirnar opna ikki aftur, fyrr enn meiriluti verður fyri tí í løgtinginum – og tað verður kanska ongantíð.
So taparar í longdini verða útróðrarmenninir. Eg vil tí mæla landsstýrismanninum til at taka kunngerðina aftur.
Helgi Abrahamsen
Løgtingsmaður