Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrismaðurin og danski uttanríkisráðharrin umrøtt uttanríkispolitisku lógina

Fundur var í morgun, hin 7. desember, í Keypmannahavn millum Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og Kristian Jensen, uttanríkisráðharri Danmarkar, har raðfestingar hjá landsstýrinum á uttanríkisøkinum vórðu umrøddar.

Uttanríkis- og vinnumálaráðharrin nevndi m.a. føroyska ynskið um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í Norðurlendska samstarvinum, WTO og EFTA. Arbeitt verður víðari við at fyrireika hesi mál.

Uttanríkispolitiska lógin varð umrødd. Poul Michelsen gjørdi vart við óhepnar avmarkingar í lógini, eitt nú at Føroyar og Grønland skulu tala við einari rødd í millumtjóða sáttmálum. Lógin skapar óneyðugar ósemjur millum londini í ríkisfelagsskapinum. Skipanin er ikki haldfør, og noyðist at verða endurskoðað. Fortreytin fyri vøkstri er, at vinnan fær nýggjar marknaðir og møguleikar. Føroyska ætlanin er at broyta lógina, soleiðis at sleppast kann undan slíkum avmarkingum.

Danski uttanríkisráðharrin vísti á, at danska stjórnargrundarlagið rúmar møguleikanum at gera viðurskiftini millum Føroyar og Danmark meira tíðarhóskandi.

Samstarv Føroya við Evropasamveldið varð eisini umrøtt. Poul Michelsen førdi fram, at støða Føroya í viðurskiftunum við ES er ikki nøktandi. Víst varð m.a. á handilstiltøkini hjá ES mótvegis Føroyum sum dømi um eina sera ónøktandi støðu, har Føroyar hava veikari samband við ES, enn nakað annað land í Norðuratlantshavi. Frá føroyskari síðu er ynski um at gera ein nýggjan samstarvskarm, har ein meira yvirskipað avtala verður gjørd millum Føroyar og ES, ið fevnir um handil, fiskirættindi og onnur viðurskifti.

Partarnir vórðu samdir um, at føroysk og donsk embætisfólk skulu samstarva um at hyggja at møguligum loysnum.