Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kaj Leo Johannessen, løgmaður, Johan Dahl, landsstýrismaður í oljumálum, Helge Lund, forstjóri í Statoil, og Rúni M. Hansen, leiðari fyri Arktisku deildina hjá Statoil. mynd: Erika Hayfield

Landsstýrismaðurin, Johan Dahl og løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen hitta forstjóran í Statoil, Helge Lund

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, og løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, eru í hesum døgum á oljutoppfundi í Stavanger. Í gjár vóru týðandi viðurskifti í olju- og orkuhøpi umrødd á fundinum.

Veðurlagsbroytingar gera, at Arktiska økið er alsamt meira áhugavert fyri oljuleiting og skipaferðslu á hesum leiðum. Sjóneykan varð serliga sett á tær avbjóðingar, sum eru við oljuleiting í Arktiska økinum umframt tær stóru avleiðingarnar, ið kunnu standast av einari møguligari oljudálking.

Fyri okkum kann økta skipaferðslan framvið Føroyum, orsakað av nýggjum møguleikum í Arktiska økinum, hava stóran vinnuligan týdning. Tað merkir, at vit eiga at skapa fortreytir fyri, at vinnan kann bjóða seg fram. Eitt nú kunnu Føroyar gerast ein umskipingarmiðstøð umframt at veita tænastur, so sum bunkring og umvælingar, sigur Johan Dahl.

Eisini varð umrøtt á toppfundinum, at sokallaðu MENA londini (Middle East and North Africa) fara um fá ár at eftirspyrja so nógva olju, at tað mesta av oljuni, ið londini framleiða, fer til heimamarknaðirnar. Hetta setur økt krøv til vesturheimin at framleiða egna orku.

Landsstýrismaðurin og løgmaður hittu eisini forstjóran í Statoil, Helge Lund. Teir umrøddu leiklutin hjá Statoil í Føroyum. Helge Lund segði seg vera sera spentan upp á oljuleitingina í Brugdan 2 og verða tað nakrar vikur, áðrenn nakað úrslit fyriliggur.