Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum á fleiri stovnvitjanum

Týsdagin var Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum á stovnsvitjan á Landsverki.

Ewald Kjølbro, stjóri og deildarleiðarar greiddu frá nógva og víðfevnda virkseminum hjá Landsverki, og landsstýrismaðurin fekk høvi til at heilsa upp á øll starvsfólkini í fyrisitingini.

Landsstýrismaðurin hevur eisini verið á stovnsvitjan hjá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, ALS og Akstovuni. Í næstum verður farið til Tvøroyrar at vitja Strandferðsluna.