Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrismaðurin avmonterar fólkaræðið

Tað ber ikki til, at hvør telefonsamrøða og hvørt komma í málinum um størstu samferðsluútbygging nakrantíð í Føroyum, milliardaíløgan Skálafjarðartunnilin, bara kann dyljast fyri almenninginum. Føroysk Miðlafólk krevja opinleika.

Hvat ger ein sperdur landsstýrismaður, tá hann ikki fær trumfað júst sín vilja ígjøgnum, tí fólkaræðið við tess skipanum, institusjónum og mannagongdum forða honum í tí?

Kári P. Højgaard ger tað upp á sín máta viðvíkjandi størstu samferðsluíløgu nakrantíð í Føroyum, Skálafjarðartunlinum, eisini nevndur Eysturoyartunnilin – umvegis sítt lýdna embætisverk og væl hjálptur av flestu samgongufeløgum sínum og kanska onkrum andstøðulimi við: Hann avmonterar ella by-passar bara allar forðingarnar. Atgongdin at hava eftirlit við, um hann sum landsstýrismaður ger sítt arbeiði í samsvar við lógina, og um alt annars er rætt handfarið, verður tikin burtur við kategoriskt at nokta innlit í nakað sum helst, sum hevur við hetta mál at gera.

Somuleiðis verður møguleikin hjá løgtingslimunum at kenna fortreytirnar, ið eru avgerandi fyri yvirhøvur at tøku støðu í málinum um Skálafjarðartunnilin, tikin burtur, og Kappingarráðið hevur onki at skula havt sagt.

Men tað KANN ikki bera til, at ALT samskiftið, sum Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, og hansara aðalráð hava havt við privata danska tunnilsfelagið, Copenhagen Infrastructure Partners, CIP, og ALT fyrireikandi arbeiðið í umsitingini er undantikið lógini um alment innlit.

Kortini er svarið bums nei, tá miðlar royna at fáa bara eitt lítið sindur at vita um avtaluna um einkarrætt at gera og reka Skálafjarðartunnilin.

Við loyvi frá Jón Briani Hvidtfeldt, tíðindaleiðara í Miðlahúsinum, endurgevi eg her eina av hansara mongu umbønum um alment innlit og svarið, hann hevur fingið frá Innlendismálaráðnum. Umbønin er send við telduposti 19. apríl 2013.

Til Innlendismálaráðið

Att: Rúni Joensen

Vísandi til innlitslógina verður hervið biðið um innlit í fylgjandi, ið alt hevur samband við Eysturoyartunnilin:

• Alt tilfar í samband við útbjóðingina, ið endaði 17. Apríl

• Alt tilfar, ið liggur til grund fyri at velja ta fyritøku, sum nú verður farið í realitetssamráðingar við

Vinarliga vátta móttøku

Heilsan

Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðari

Miðlahúsið